Túsundtals iranar siga Khamenei farvæl

Ein viku long jarðarferð er nú byrjað fyri fyrrverandi ovasta leiðaran í Iran, Ali Khamenei. Túsundtals fólk eru savnað í Teheran fyri at sýna honum virðing.

Túsundtals syrgjandi eru savnað í Teheran til almennu jarðarferðina hjá Ali Khamenei. Mynd: Atta Kenare/Ritzau Scanpix.

Syrgjandi fólk streyma í dag til stóru moskuna Grand Mosalla í iranska høvuðsstaðnum Teheran, har almenna jarðarferðin fyri Ali Khamenei er farin í gongd.

 

Hátíðarhaldið byrjaði við iranska tjóðsanginum, minnistalum og upplestri úr Koranini.

 

Khamenei, sum var ovasti leiðari í Iran í 37 ár, varð dripin 28. februar í einum av fyrstu loftálopunum, sum Ísrael og USA framdu móti Iran.

 

Sambært AFP sláa nógv av teimum syrgjandi seg á bróstið og rópa "hevnd, hevnd". Fleiri túsund fólk hava savnast fyri at siga farvæl.

 

Kistan hjá Khamenei stendur í morgun í Grand Mosalla-kompleksinum, har fólk sleppa framvið at sýna sína virðing. Myndir í iranska ríkissjónvarpinum vísa, at kistan er sveipað í iranska flaggið og prýdd við svarta turbaninum hjá Khamenei.

 

Iranskir myndugleikar vænta, at millum 15 og 20 milliónir fólk fara at luttaka í jarðarferðini í Teheran komandi tríggjar dagarnar.

 

Nýggi ovasti leiðarin í Iran, Mojtaba Khamenei, sonur Ali Khamenei, er ikki sæddur alment síðani hann varð særdur í álopinum, sum kostaði pápanum lívið.

 

Í síðsta mánaði undirskrivaðu USA og Iran eina fyribils avtalu um at enda kríggið, men samráðingarnar um eina varandi loysn halda fram, og sporadiskir skotbardagar hava verið síðani.

 

Iran hevur samstundis ávarað USA og Ísrael móti at fremja álop, meðan jarðarferðin fer fram.

 

Kelda: Ritzau/Reuters/AFP.

 

Túsundtals syrgjandi eru savnað í Teheran til almennu jarðarferðina hjá Ali Khamenei. Mynd: Atta Kenare/Ritzau Scanpix.