Tvøroyrar Býráð fær fíggjarligt frælsi aftur

KOMMUNUSKULD Tvøroyrar Býráð hevur nú goldið skuldina hjá kommununi so mikið langt niður, at hon allarhelst skjótt verður tikin av ”svartalista” hjá Fíggjarmálaráðnum

Nú fer av álvara at síggja ljósari út hjá Tvøroyrar Kommunu.
Tá ið ringast stóð til, hevði hon eina skuld upp á sjey álíkningar.
Men við árslok í ár er nettoskuldin komin niður um eina álíkning.
Tað varð upplýst á býráðsfundinum, nú fíggjarætlanin varð samtykt.
Kommunan hevur framvegis eina skuld upp á 60 milliónir, men samstundis eigur hon 14 milliónir á bók.
Sostatt verður nettoskuldin 46 milliónir við árslok í ár.
Men inntøkan hjá kommununi av skatti er 47 milliónir og sostatt er nettoskuldin komin niður um eina álíkning.
Hetta er fyrstu ferð í eitt mannaminni, at Tvøroyrar Kommuna er undir einari álíkning í nettoskuld.
Skuldin hjá Tvøroyrar Kommunu er upparbeitt langt áðrenn tað varð sett í kommunulógina, at ein kommuna kann ikki skylda meiri enn eina álíkning í skatti
Tað var serliga í áttatiárunum, at kommunuskuldin á Tvøroyri tók ferð upp ímóti himli. Tað hendi í mestan mun í sambandi við, at kommunan brúkti nógva orku upp á at halda lív í vinnulívinum á plássinum og tá ið tað fór sama veg, sum næstan alt annað vinnulív í landinum, stóð kommunan eftir við eini risa skuld.
Men nýggi skúlin í Trongisvági bleiv eisini ein kleppur um beinini á kommununi, tí hann bleiv nógvar ferðir dýrari enn ætlað.

Leggja til rættis
Í Tvøroyrar Býráð vóna tey nú, at Fíggjarmálaráðið fer at at taka fíggjarliga støðuna hjá kommununi upp heilt skjótt og taka hana av listanum yvir kommunur, sum eru so skuldartengdar, at tær ikki sleppa at seta seg fyri láni.
Men í Tvøroyrar Býráð eru tey samstundis fullgreið yvir, at hóast kommunan fær fíggjarliga frælsið aftur, verður tað ikki við tað allarfyrsta, at nakað stórvegis av pengum kunnu brúkast.
- Tað mesta av fíggjarætlanini fer til rakstur, og soleiðis verður støðan eisini næstu tíðina, staðfestir býráðið.
Men næsta ár er so eisini ætlanin at betala átta milliónir í rentum og avdráttum.
Hinvegin staðfestu býráðslimir somuleiðis, at tað standa nógvar avbjóðingar fyri framman.
Ikki minst verður hugsað um at gera ábøtur á skúlan, sum er í so vánaligum standi, at hann er ikki ”at bjóða børnum at ganga í”, sum tikið varð til.
Somuleiðis krevur skúlin í Trongisvági stórar ábøtur.
Men tá ið kommunan er komin niður um eina alíkning í skuld, hevur kommunan so tað frælsi at seta seg fyri láni upp til eina álíkning og tað gevur í øllum førum kommununi aðrar møguleikar.
- Tá kunnu vit av álvara fara undir at leggja framtíðina til rættis, siga býráðslimir á Tvøroyri.
23,5%

Kommunuskatturin hjá Tvørafólki verður framvegis 23,5% næsta ár og barnafrádrátturin verður eisini 5.000 krónur fyri hvørt barnið undir 18 ár, akkurát sum í fjør.
Tað er greitt, nú Tvøroyrar Býráð hevur samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár.
Næsta ár verður inntøkan av vanligum kommunuskatti mett at verða eina millión hægri enn ár, men inntøkan av partafelagsskatti fer at minka 250.000 krónur, niður í eina millión.
So tilsamans fer tað at geva kommununi eina inntøku upp á 47 milliónir næsta ár.
Annars fer tað at kosta 37 milliónir at reka Tvøroyrar Kommunu næsta ár og átta milliónir skulu betalast í rentum og avdráttum, so tað er skiligt, at tað er ikki nógv eftir til íløgur.
Næsta ár ætlar býráðið at keypa fimm talgildar talvur til Tvøroyrar Skúla, samstundis sum kommunan fer upp í aftur NSR samstarvið í Suðuroy, sum kommunan annars fór burtur úr í fjør.
Á tekniskum økinum verður roknað við at koma á mál við reinum vatni til øll húski, eins og umfatandi arbeiðið uppá kloakkskipanina heldur fram.
Annars samtykti Tvøroyrar Býráð at stuðla ætlaða 50 metra langhylinum í Vági við 100 krónum fyri hvørt fólkið í kommununi.
Men býráðið setir sum treyt, at arbeiðið at byggja høllina, verður boðið út, so at eisini fyritøkur á Tvøroyri fáa høvi til at bjóða seg fram til at gera arbeiðið.
Les eisini greinina: Býráðslimir á Tvøroyri hava fremstafingur á lofti