Tað hevur vakt stóran ans á norska TV2, sum hevur keypt rættindini til 12 tey fyrstu umførini í Betri deildini hjá monnum, at føroyskir dómarar lata hart spæl ganga. Í seinastuni hevur Petur Reinert verið miðpunktið við dømingini í dystinum millum ÍF og KÍ.
Tað hevur havt fleiri øðrvísi hugleiðingar við sær, at tað nú sita fótbóltsserfrøðingar í eitt nú Norra og hyggja eftir føroyskum fótbólti. Ein av teimum er fyrrverandi liðfelagin hjá Toda Jónsson frá tíðini í Start, Jesper Mathisen, sum er viðmerkjari hjá TV2.
- Munurin á teimum bestu liðunum og tveimum teimum vánaligastu er stórur. Tað er sum í fyrstu umførunum av norsku steypakappingini, tá tey veikaru liðini spæla hart. Tey mugu stríðast við taklingum og styrki, fyri at fáa virðing í einum dysti. Tað er slíkt vit síggja tey veikaru liðini gera í Føroyum, sigur Jesper Mathisen.
Mugu verja evnaríkastu spælararnar
Hann heldur ikki nógv um støðið á dømingini í føroyskum fótbólti. Hann vísur millum annað á, at tað er týdningarmikið at verja teknisku spælararnar, so teir ikki verða sparkaðir úr hvørjum dysti, og tað er týdningarmikið at finna røttu javnvágina í dømingini.
##med2##
- Støðið á dómaranum er ymiskt og tað er lægri enn vit vanliga síggja. Tað eru spælarar, sum hava greiðar manglar, og tað sama síggja vit hjá dómarunum. Samstundis er fótbóltur eitt spæl, har tú mást spæla til markið um tú spælir móti sterkari mótstøðu. Tað sært tú eisini í Premier League og La Liga. Tað er mangan einasti møguleikin fyri at fáa nakað stig, sigur Jesper Mathisen, sum heldur at dómararnir mugu finna røttu javnvágina.
- Uppgávan hjá dómarunum er at ansa eftir, at teir evnaríkastu spælararnir ikki blíva skaddir av spælarum, sum bara spæla fyri at oyðiliggja. Vit hava fleiri dømir um spælarar, sum verða taklaðir hart og mugu vera úti í longri tíð. Tað síggja vit eisini í Føroyum. Tú mást ansa eftir evnaríkastu spælarunum, sigur Jesper Mathisen.
##med3##
Í kvøld eru tveir dystir í Betri deildini hjá monnum. NSÍ-ÍF og TB-B36. Báðir dystirnir byrja klokkan 19. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum í Runavík.