Útvarpið stuðlar hvørki Dan ella Óla!

Aftursvar til Jan Højgaard

Jóhann Mortensen, tíðindaleiðari

Eitt av valevnunum til formann í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, hevur í Dimmalætting og Sosialinum páhald um, at Útvarpið og Dan R. Petersen eru farin í valstríð saman.
Tað skuldi verið óneyðugt, men tað verður hervið afturvíst, at Útvarpið stuðlar nakað ávíst valevni til hetta valið í Fiskimannafelagnum ella til nakað annað val.
Jan Højgaard sipar til kjakið í sendingini "62 Norður" millum Dan Reinert Petersen og Óla Jacobsen. Hann heldur, at um útvarpið skuldi livað upp til public service-skyldur sínar, átti hann at verið við í kjakinum.
Journalistikkur er altíð eitt val. Val um evni. Hvussu tey skulu viðgerast ella vinlkast. Og val um persónar. Í hesum føri valdu vit at taka teir báðar, sum fyrstu dagarnar í valstríðnum vóru rættuliga markantir og hvassorðaðir við hvønn annan.
Vit halda ikki, at tað er brot á nakra public service-skyldu at biða tvey av trimum valevnum at taka lut í einum kjaki.
Tá tað frættist, at tveir, Jan Højgaard og Dan R. Petersen, fóru at bjóða Óla Jacobsen av í formansvalinum, høvdu vit samrøðu við báðar tveir. Vit spurdu, hví teir stillaðu upp, og hvat teir fóru at leggja dent á, eins og vit høvdu eina viðmerking frá verandi formanninum. V.ø.o. fingu valevnini høvi at lýsa sína støðu.