Tveir landskappingardystir á Ólavsøku

Nú er tað greitt, at nógv fer at standa upp á spæl í fótbóltinum á Ólavsøku, hóast finalan í kappingini um løgmanssteypið er flutt úr Gundadali og til Klaksvíkar.

FSF boðar í dag frá, at ynski frá feløgunum er eftirlíkað soleiðis, at landskappingardystirnir hjá havnarfeløgunum í 16. umfari verða spældir á Ólavsøku: Ólavsøkuaftan spæla HB og B71, og ólavsøkudag spæla B36 og Víkingur.

Hinir dystirnir í 16. umfari verða spældir týsdagin 27. juli: AB-EB/Streymur, NSÍ-B68 og FC Suðuroy-ÍF.

Í upprunaligu skránni var dysturin millum B36 og Víking ásettur at verða spældur í Gøtu. Kappingarnevndin hevur eftirlíkað ynskinum hjá feløgunum um, at dysturin verður spældur í Havn, og at dysturin í 20. umfari millum hesi bæði feløgini verður spældur í Gøtu.

Orsaka av at finalan um løgmanssteypið verður spæld í Klaksvík 6. august, er 17. umfar, sum sambært upprunaligu skránni skuldi vera 7. august, framskundað:

Sunnudagin 1. august: EB/Streymur-B71, AB-B68 og HB-ÍF.

Mánadagin 2. august: NSÍ-B36 og Víkingur-FC Suðuroy.