Tveir nýggjar kjansir til lívið

– Eg eri sera tilvitað um, at onkur hevur latið lív, fyri at eg kundi liva. Av og á hugsi eg um, hvør viðkomandi mundi vera, og um tað var onkur, sum átti børn, ið nú sita eftir. Eg eri ómetaliga takksom, tí ikki øll fáa tveir nýggjar kjansir til lívið, sigur Tórunn í Homrum, sum tvær ferðir hevur fingið nýggja livur

– Eg veit ikki við vissu, hví eg eri sjúk. Tey halda, at tað er ein gen-sjúka, sum eg havi arvað frá báðum foreldrunum og sum gongur út yvir gøgnini, serliga livrina. Men tað er tó ikki staðfest. Systir mín hevur somu sjúku, men hjá mær er sjúkan aggressivari.
Soleiðis greiðir 42 ára gamla Tórunn í Homrum úr Kollafirði frá um ta sjúkuna, sum hevur merkt og myndað alt hennara lív.

Livað væl hóast sjúku
Tíðliga varð staðfest, at Tórunn ikki var sum hini børnini. Hon var ofta sjúk, og tá hon bert var 16 ár, gjørdist hon fyritíðarpensjónistur, tí hon ikki orkaði tað sama, sum hini. Bert 23 ára gomul fekk hon ta fyrstu livratransplantatiónina, sum gekk sera væl eftir umstøðunum.
– Eg fekk tá at vita, at eg helst kundi liva eini tíggju ár við nýggju livrini. Men eg havi livað útmerkað seinastu 19 árini. Eg havi havt eitt vart starv 16 tímar um vikuna, og eg havi fingið tvey børn, hóast tey søgdu mær, at eg helst ikki fór at kunna tað, sigur Tórunn.
Hon flutti til Danmarkar og helt saman við einum dana, sum hon fekk børnini Tanju, sum nú er 16 ár, og Daniel, sum nú er 13 ár, við. Men tey fóru hvørt til sítt, og síðani hevur hon verið einlig mamma. Hon og børnini búgva nakað uttanfyri Viborg í Jyllandi.
– Eg visti tó, at eg var farin langt um tey tíggju árini, sum livurin skuldi halda, og at eg tískil kundi gerast sjúk aftur nær sum helst.

Tokukend bíðitíð
Á vári í 2012 gjørdist Tórunn aftur sjúk.
– Eg fekk fepur, og eg fekk nógva pínu út í armin. Eg var til lækna tríggjar ferðir, men fekk at vita, at tað fór at laga seg, um eg bara gjørdi nakrar venjingar.
Men sama hvussu Tórunn vandi, versnaði pínan, og fepurin bara hækkaði.
– Tá eg fór til læknan fjórðu ferð, vísti blóðroyndin alt ov høg tøl, og eg varð send á sjúkrahúsið í Viborg. Tey sendu meg víðari til Århus, og har varð skjótt staðfest, at tað aftur var galið við livrini. So varð eg send á Ríkissjúkrahúsið, minnist Tórunn.
Meðan hon lá á Rìkissjúkrahúsinum, versnaði hon skjótt.
– Eg gjørdist gul um allan kroppin og var stórt sæð seingjaliggjandi. Eg hevði eisini fleiri smáar blóðproppar, millum annað í gallinum.
At enda var Tórunn so ússalig, at hon bara lá. Hon minnist lítið frá hesum mánaðunum, tá hon bíðaði eftir nýggjari livur.
– Tú kanst einki gera uttan at bíða. Tá tú ert í støðuni, hugsar tú ikki so nógv um, at tú í grundini bíðar eftir, at onkur annar skal lata lív. Tá krøkir tú teg bara í vónina um, at tú kanst liva. Eg vildi ikki doyggja frá børnunum, sum tá vóru 12 og 15 ára gomul. Men eingin medisinsk viðgerð kundi hjálpa. Eg mátti hava eina nýggja livur, sigur Tórunn.
Hon greiðir ósentimentalt frá tokukendu bíðitíðini. Um at læknarnir ikki vildu seta nakað tíðarmál á, hvussu leingi hon kundi bíða, men at øll vistu, at tað var um at vera seinasti kjansur. Um nógv antibiotika. Um pínu og ússaligheit. Hvussu dagur datt av degi, meðan øll bíðaðu eftir boðunum um, at Tórunn kundi fáa ein nýggjan kjans til lívið.

Nýggja transplantatión
Eftir tríggjar mánaðir í bíðistøðu komu boðini endiliga.
– Eg var sera ússalig, og tí var vandin við operatiónini stórur. Men eg var ikki bangin. Eg var bara takksom fyri, at tað var ein útvegur. Eg hevði jú roynt tað fyrr, so eg helt meg vita, hvat tað var, sigur Tórunn.
Hon ringdi til børnini, áðrenn hon fór inn á skurðstovuna tann 27. november. Eftir tað minnist hon einki, men hevur bert frætt, hvat hendi næstu tvey døgnini.
– Tá teir opaðu meg, sóu teir, at eg var full av bruna innan – rundan um øll gøgnini. Teir skuldu seta nýggju livrina í samband við høvuðspulsæðrina í hjartanum, men hana kundu teir ikki nýta. Í staðin máttu teir nýta pulsæðrina í lærkrikanum. Men har hevði eg eisini havt fleiri smáar blóðproppar, so tann æðrin var heldur ikki góð, greiðir Tórunn frá.
Læknarnir arbeiddu allan dagin og náttina við, men dagin eftir, 28. november, máttu teir gevast við transplantatiónini, tí Tórunn fór at bløða. Støðan var kritisk, og læknarnir ringdu eftir børnunum og pápa teirra í Jyllandi, fyri at fáa tey at koma yvir til Keypmannahavnar. Møguleikin fyri, at Tórunn yvirlivdi, var lítil.
– Meðan teir av øllum alvi arbeiddu uppá at tetta bløðingina, fekk eg støðugt nýtt blóð inn í æðrarnar. Tilsamans fekk eg 78 portiónir av blóði tað døgnið. Men at enda lukkaðist tað at skifta skadda pettið av æðrini, og kvøldið eftir, tann 29. november, kundi transplantatiónin av livrini endiliga fullførast, greiðir Tórunn frá.
Tá hevði hon ligið hálvttriðja døgn á operatiónsborðinum.

Skeivan heilivág
Nýggja livurin royndist væl, og Tórunn batnaði í so máta. Men hon var framvegis sera ússalig, og fekk til dømis ikki etið, orsakað av vælindinum og maganum. Hóast hon hevði verið sera sjúk undan operatiónini, misti hon heili 18 kilo eftir operatiónina.
Hon lá framvegis á sjúkrahúsinum og fekk mat ígjøgnum sondu í nøsini, umframt vætu og heilivág í æðrarnar. Hon hevði eitt sokallað CVK, ið er ein slanga, løgd í eina æðr í bringuni, sum gongur niður móti hjartanum. Har verður alt, sum skal latast í æðrarnar, sproytað inn.
– 31. desember kom ein sjúkrasystir inn og gav mær heilivág. Hon tømdi sproytuna í æðrina, sum leiðir beint niður í hjartað. Men eg segði beinanvegin, at okkurt var púra galið, tí eg bleiv so løgin í kroppinum. Hon hugdi tá at sproytuni, gjørdist púra forfard og rann út, minnist Tórunn.
Heilivágurin, sum varð sproytaður beinleiðis inn í æðrina og niður í hjartað, skuldi av røttum verið farin í sonduna og niður í magan.
– Lítla løtu seinni kom ein onnur sjúkrasystir rennandi og gav mær eina nýggja sproytu í æðrina. Tað var mótgift av onkrum slagi. Síðani komu nógvir læknar, og so minnist eg ikki nógv meiri, greiðir Tórunn frá.
Skeivi heilivágurin gav Tórunn blóðpropp í hjartað, og hon fekk eisini trupulleikar við báðum lungunum og nýrunum. Tað var eitt stórt afturstig í lítlu framgongdini, sum annars hevði verið, síðani livurin varð skift.
Long tíð gekk, áðrenn Tórunn var so mikið fræg, at hon kundi sleppa heim onkran leygardag, og ikki fyrr enn í apríl – eitt ár eftir, at hon varð innløgd av fyrstan tíð – slapp hon heimaftur. Nú, nærum tvey ár seinni, hevur hon enn tætt tilknýti til sjúkahúsið, men hon klagar ikki.
– Eg havi verið sjúk so leingi, so kroppurin er sera veikur. Men livurin er góð og sterk, og eg havi fingið heilar tveir kjansir afturat til lívið. Eg veit, at tað ikki er øllum unt, sigur Tórunn takksom.

Hvør átti livrina?
Síðani operatiónina hevur Tórunn hugsað um, hvør mundi eiga livrina, hon fekk.
– Mundi viðkomandi eiga børn? Hvussu vóru umstøðurnar? Eg veit, at onkur hevur latið lív, fyri at eg kundi liva, og eg vildi ynskt at hitt familjuna. Eg vildi so fegin sagt teimum um tað undrið, sum viðkomandi hevur framt við at gerast organdonor. Eg livi og kann nú aftur vera um míni børn.
Sjálv kann Tórunn ikki gerast donor. Men dótturin, Tanja, ið nú er 16 ár, ynskir at skráseta seg, tá hon verður 18. 13 ára gamli sonurin, Daniel, er enn ov ungur at taka støðu, men við tíðini fara tey heilt víst at tosa um tað.
Tórunn vísir á, at summi taka frástøðu frá at lata gøgn.
– Tá tú hevur verið í mínari støðu, og tú veist, at lívið endar, um onkur ikki letur tær ein part av sær sjálvum, so broytist hugsanin. Organdonatión hevur merkt alt fyri meg. Tíverri eru ov fá, ið vilja lata síni gøgn, og tað ger, at tað eru nógv, sum doyggja, meðan tey bíða.


Ringast fyri børnini
Tá Tórunn hugsar um seinastu tvey árini, er hon ikki í iva um, hvat hevur verið tað ringasta.
– Tað, sum hevur pínt meg mest, er, at eg ikki havi verið har fyri børnini. Eg eri jú einsamøll við teimum, men eg havi verið á sjúkrahúsinum í eitt heilt ár – langt burtur frá teimum. Tey hava verið hjá familju og hjá vinfólki, men tað hevur verið ómetaliga svárt. Eg havi følt, at tey hava verið rótleys, sigur Tórunn hugsunarsom.
Hon nevnir serliga systkinabørnini Janni og Turið í Homrum, sum hava tikið sær av børnunum, meðan tey hava vitjað mammu sína í Keypmannahavn.
– Eg havi allatíðina viljað havt børnini við og verið opin við tey. Tá tey hava spurt, hava tey fingið ærlig svar, eisini tá tað hevur verið hart fyri tey at hoyra. Vit hava grátið nógv saman, men vit eru eisini vorðin sterk, slær Tórunn fast.
Umframt børnini hevur eitt annað givið henni mót. Á Facebook er nevniliga ein bólkur »Áhugabólkur fyri Tórunn og børnini«, har nærum 800 fólk – serliga føroyingar – hava verið limir.
– Systir mín, Sóley í Homrum, og vinkonan, Alfrida Petersen, stovnaðu bólkin, tí so nógv fólk spurdu eftir mær. Eg orkaði ikki at svara, tá fólk skrivaðu til mín, og á henda hátt kundu fólk fylgja við. Eg eri ovfarin av stuðlinum. Eg havi fingið so nógvar heilsanir – eisini frá fólki, sum eg ikki kenni – og tað hevur hjálpt mær ómetaliga væl at merkja, at fólk leggja í meg, greiðir Tórunn frá.
Men tað hevur ikki bara verið stuðul við orðum. Nógv fólk hava eisini hjálpt henni fíggjarliga og flutt henni pening.
– Eg eri føroyingum sera, sera takksom fyri allan stuðul. Bæði góð og stuðlandi orð, og fyri teir pengarnar, eg havi fingið og sum hava gjørt, at vit hava klárað okkum fíggjarliga hesi árini, eg havi stríðst við sjúkuna.

– Meðan eg havi ligið á sjúkrahúsinum, havi eg havt eitt heim og tvey børn at forsyrgja. Familjan hevur ferðast aftur og fram millum Føroyar og Danmark, og børnini hava ofta verið og vitjað meg í Keypmannahavn. Tað er ikki bíligt, og uttan alla ta stóru hjálpina úr Føroyum, veit eg ikki, hvussu tað hevði verið statt. Eg havi fingið ótrúligan stuðul, sigur Tórunn rørd.



-------------


Faktaboks:
* Tórunn í Homrum
* Úr Kollafirði
* Býr uttanfyri Viborg í Jyllandi
* 42 ár
* Tvey børn: Tanja, 16 ár, og Daniel, 13 ár
* Veit ikki við vissu, hví hon stríðist við sjúku, men møguliga er tað ein arvalig gensjúka, sum ger skaða á gøgnini – serliga livrina.
* Verið fyritíðarpensjónistur síðani 16 ára aldur
* Arbeitt sum blómubindari 16 tímar um vikuna
* Fingið tvær livra transplantatiónir