Tølini eru meiri álítandi nú, enn tey vóru fyrr
Tað staðfestir Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, hevur spurt hana, hvussu stórt arbeiðslloysið í roynd og veru er í Føroyum.
Hon sigur, at á Heimasíðuni hjá Hagstovuni stendur, at í novber í fjør var arbeiðsloysið bara 2,3 prosent, men hon ivast í, um hetta tann rætta myndin av støðuni
Kristina Háfoss sigur, at nýggjastu tølini eru fyri august í ár, og tá var arbeiðsloysið 2,8 prosent. Hetta er eitt lítið vet lægri enn um somu tíð í fjør, tá í arbeiðsloysið var 2,9 prosent.
- Tilsamans vóru 781 fólk arbeiðsleys í august í ár. Í august í fjør vóru 811 fólk arbeiðsleys, og sostatt er arbeiðsloysið minkað, bæði í tali og í prosentum, sigur Kristina Háfoss.
Hon sigur, at arbeiðsloysið verða gjørd upp eftir tølum frá Als og Almannaverkinum. Í fjør løgdu bæði ALS og Almannaverkið um til nýggja kt-skipan og avleiðingin av tí var, ongar uppgerðir vórðu gjørdar í eina tíð. Men nú eru tølini meiri álítandi enn tey vóru.
Annars sigur Kristina Háfoss, at hetta seinasta árið hevur støðan verið tann, at umleið tveir triðingar av teimum arbeiðsleysu eru skrásett hjá Als og umleið ein triðingur fær forsorg frá Almannaverkinum fyri arbeiðsloysi, tí tey ikki sleppa upp í Arbeiðsloysisskipanina, ella hava verið arbeiðsleys so leingi, at tey eru dottin úr henni aftur.