Tvey innbrot í Havn í nátt

Túsundtals krónur stolnar frá handlum í Havn í nátt

Tjóvar hava verið á gátt í tveimum handlum í vesturbýnum í Havn í nátt.

 

Beint eftir klokkan átta fekk løgreglan eina fráboðan um, at tjóvar høvdu brotið inn í Á-handilin við Landavegin. Løgreglan fór á staðið beinanvegin og løtu seinni kom kriminalpoliitið eisini á staðið.

 

Lítla løtu seinni, beint eftir klokkan hálvgum níggju, kom ein fráboðan frá amboðshandlinum Amboð.fo, sum liggur á J.C. Svabosgøtu í Havn um, at har høvdu óviðkomandi eisini verið inni.

 

Í báðum handlunum høvdu tjóvarnir brotið kassaapparatini upp og fingið fatur á vekslipengum. Talan er um nakrar túsund krónur tilsamans, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

 

- Í báðum handlunum hevur tað eydnast okkum at tryggjað bæði fingramerki og DNA, so vit hava góð spor at ganga eftir í málinum, sigur vakthavandi.

 

Seinastu vikuna hava fleiri innbrot verið eisini uttan fyri Havnina, til dømis í Kollafirði og í Vágunum, og tað er ikki heilt óhugsandi, at samband er millum innbrotini.

- Nú fáa vit at síggja, hvat víðari kanningar vísa, sigur vakthavandi.