Tvey innbrot hava verið í Vági hetta vikuskiftið. Tað eru Shell støðin á Bakka og krambúðin á Gørðunum, sum hava havt óbodnar gestir.
Leygarnáttina klokkan tvey á nátt varð eitt innbrot fráboðað løgregluni. Tað var á Shell støðini. Gerningsmenninir høvdu sloppið sær inn gjøgnum eina garaguhurð, sum teir høvdu trýst upp.
Tjóvarnir sluppu avstað við vekslipeningi, sum taldi 1000 krónur.
Eitt annað innbrot hevur eisini verið í Vági um vikuskiftið, og tað var í krambúðini á Gørðunum. Hetta innbrotið varð fráboðað mánamorgunin, og løgreglan fór at kanna málið nærri.