Tvey Norwegian-flogfør lendu eftir trupulleikar

Sambært Catharina Solli hjá Norwegian høvdu bæði flogførini ikki somu teknisku trupulleikar

Tvey flogfør hjá Norwegian - annað á veg úr Helsingfors til London og hitt úr Stokkholm til Malaga - fingu tekniskar trupulleikar og lendu í Arlanda í Oslo.

 

- Bæði flogførini fingu smærri tekniskar trupulleikar, sigur Catharina Solli hjá Norwegian við tíðindastovuna, NTB.

 

Aftonbladet var fyrsti miðil, sum umrøddi málið. Sambært Catharina Solli høvdu bæði flogførini ikki somu tekniskar trupulleikar.

 

- Nei, hetta var heilt tilvidarligt, og her var eingin samanhangur. Hetta vóru ymiskir trupulleikar, og hetta var einki dramatiskt, sigur hon við NTB.

 

Lesið eisini:

 

Heit berbar telda noyddi SAS-flogfar at venda

 

https://www.in.fo/news-detail/heit-berbar-telda-noyddi-sas-flogfar-at-venda