Tvey særd lið við Margáir

EB/Streymur og NSÍ skulu reisa seg, eftir at tey skírisdag vóru fyri dyggum tapum

Seinnapartin hittast EB/Streymur og NSÍ. Hósdagin løgdu tey rygg til tap á útivølli ímóti ávikavíst silvur og gull vinnarunum í fjør – ÍF og HB.

Inntil síðsta hósdag var NSÍ topplið. Eftir 4-1 lúsingin í Gundadali ímóti HB misti NSÍ hesa støðu.

Eftir eitt sindur friðarlig fyrstu umfør hevði EB/Streymur av álvara fótað sær, áðrenn tað hósdagin endaði við 3-0 tapi í Fuglafirði, har heimaliðið var greitt omaná.

 

 

NSÍ avrikið í 1. hálvleiki í Gundadali var ikki gott, heldur Klæmint A. Olsen, liðformaður í NSÍ:

- Hetta var aðru ferð á rað, at vit spældu illa í 1. hálvleiki. Eftir steðgin arbeiddu vit í pørtum av tíðini væl fyri hvørjum øðrum, og høvdu vit verið hepnari, og hevði HB málverjin ikki spælt so væl, so kundi tað verið øðrvísi. Um vit nú arbeiða fyri hvørjum øðrum alla tíðina og eisini í 1. hálvleiki, so kann tað síggja øðrvísi, heldur Klæmint A. Olsen.

EB/Streyma avrikið í Fuglafirði var ikki serliga sannførandi, og nú verður tað vónað, at tað skal verða øðrvísi í dýrdarveðrinum við Margáir í dag.