Tvey tilboð upp á Skálafjarðarleiðina

Knøpp hálvtriðja millión er á muni millum tilboðini upp á Skálafjraðarsiglingina, sum Strandferðslan hevur boðið út

 

Útbjóðing

 

 

 

HT Transport í Gøtu og P/F Thor í Hóavík hava boðið upp á Skálafjarðarleiðina, sum Strandfaraskip Landsins hava boðið út.

 

Tilboðini vóru eitt sindur ójøvn. Tað hægra, tað frá Thor, var upp á 10.220.950,- krónur, meðan HT Transport beyð sær til at røkja leiðina fyri 7.750.000,- krónur.

 

Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari hjá Strandferðsluni, sigur, at Strandfaraskip Landsins hava treytað sær at velja millum tilboðini,. So tað verður ikki bara av sær sjálvum tikið við tí lægra tilboðnum, sigur hann.

 

Bæði feløgini, sum boðið hava, hava skip tøk til siglingina. Ávís krøv eru sett til skipini. Millum annað at tey skulu ikki vera eldri enn frá 1990, og at tey í minsta lagi skulu ganga 20 míl. Hesar treytir lúka bæði skipini, sum feløgini hava í boði. Skipið, sum HT Transport hevur í boði, er í vinnu, meðan skipið hjá Thor er spildurnýtt og júst latið av skipasmiðju ní Noreg.

 

Lægra tilboðið, sum kom inn, er á leið tað dupulta av tí, siglingin kostar Strandferðsluni í dag, sigur Poul Jákup Thomsen.

 

Men hann leggur afturat, at talan í hesum førinum er um nógv betri skip enn Ternuna I, sum í dag røkir rutuna. So tænastan, sum væntast kann, verður ikki at líkna við tær umstøður, í dag eru umborð á Ternuni I.