Amerikanskur rockbólkur brúkar føroyska flaggið í sínum logo
Fyri tveimum árum síðani vitjaði heimskendi rockbólkurin Twisted Sister í Føroyum. Twisted Sister spældi á Summar Festivalinum, og teir hildu frí í Føroyum í nærum eina viku.
Tónleikararnir í Twisted Sister hugnaðu sær óført í Føroyum og vóru hugtiknir av bæði føroyskum mati og føroyskari náttúru. Sea Shepherd, sum var í Føroyum og førdi herferð ímóti grindadrápi um sama mundið, royndi at fáa Twisted Sister at hjálpa til, men tað noktaðu tónleikararnir blankt fyri.
Twisted Sister spælir nú sínar seinastu konsertir.
Stutt eftir vitjanina í Føroyum doyði trummuspælarin AJ Pero, og tá tók bólkurin avgerð um at gevast at spæla saman eftir seinastu konsertirnar í ár.
Í serligum logo, sum Twisted Sister hevur gjørt í sambandi við, at teir gevast at spæla, brúka teir fløgg hjá nøkrum londum, har teir hava vitjað hesi árini. Og eitt at fløggunum í hesum logo er føroyska Merkið, sum verður brúkt saman við fløggunum hjá eitt nú USA, Japan, Kanada, Spania og Brasil.