Týdningurin av ríkisveitingini er nógv minkaður

Fyri 20 árum síðani var hon 33 prosent av útreiðslunum hjá landskassanum, nú er hon nógv minni

Danska ríkisveitingin hevur týdning fyri búskapin í Føroyum, men hesi seinastu árini er týdningurin nógv minkaður. Tað er niðurstøðan hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum. Tórbjørn Jacobsen, sum hevur havt sæti á Løgtingi fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu nógv tann danska ríkisveitingin fyllir í føroyska búskapinum.

 

Jørgen Niclasen sigur, at í 2001 var ríkisveitingin 995 milliónir og tað svaraði til 10 prosent av føroysku bruttutjóðarúrtøkuni, sum tá var 9,5 milliardir. Í 2001 vóru útreiðslurnar hjá landskassanum umleið tríggjar milliardir og inntøkurnar vóru 3,7 milliardir. Sostatt var ríkisveitingin umleið 27 prosent av inntøkunum og umleið 33 prosent av útreiðslunum hjá landskassanum í 2001.

 

Men tað er ringt at samanbera hesi tølini í dag, tí síðani 2002 hava kommunurnar yvirtikið fleiri stór ábyrgdarøki frá landinum, men tað ber til at samanbera ríkisveitingina sammett við tað almenna sum heild, ella við landskassan, kommunurnar og sosialu grunnarnar. Barsilsskipanin, Als og Samhaldsfasti eru trý dømi um tað.  

 

Seinast, føroysku bruttotjóðarúrtøkan varð gjørd upp, var í 2019. Tá var føroyska bruttotjóðarúrtøkan umleið 20,9 milliardir. Ríkisveitingin var umleið 632 milliónir og tá var hon umleið 11 prosent av inntøkunum og umleið 12 prosent av útreiðslunum hjá landskassanum. Í 2019 var Ríkisveitingin umleið trý prosent av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni, sigur Jørgen Niclasen.  

 

Hann sigur eisini, at í 2000 varð ríkisveitingin 973 milliónir og varð hon ikki lækkað 367 milliónir í 2002, í hevði hon sostatt framvegis verið 973 milliónir.

 

Inntøkurnar hjá landskassanum eru mettar til at verða 5,8 milliardir í ár og sostatt hevði ríkisveitingin verið umleið 17 porosent av inntøkunum hjá landskassanum.

 

Siga vit hinvegin, at ríkisveitingin varð prístalsviðgjørd so at hon varð hækkað tvey prosent um árið um árið frá 2000, hevði hon verið umleið 1,5 milliardir í ár, ella um 26 prosent av mettu inntøkunum og umleið 24 prosent av mettu útreiðslunum hjá landskassanum.

 

Sum sagt var føroyska bruttotjóðarúrtøkan 20,9 milliardir í 2019 og varð ríkisveitingin prístalsviðgjørd, so at hon hækkaði tvey prosent um árið, hevði hon verið 2000, verið sjey prosent av mettu bruttotjóðarúrtøkuni í 2021.