U17: Fyrireika seg til stórar uppgávur

Fróði Benjaminsen, venjari hjá U17 landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið hópin, sum frá 2. til 9. september fer á venjingarlegu í Spania, skrivar Fótbóltssambandið

U17 landsliðið við dreingjum, sum fyrr í ár tók lut á UEFA menningarkapping í Gibraltar - Mynd: www.FSF.fo

Fróði Benjaminsen, venjari hjá U17 landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið hópin, sum frá 2. til 9. september fer á venjingarlegu í Spania, skrivar Fótbóltssambandið. Holland, Kroatia og Albania vera føroysku mótstøðulondini, tá U17 landsliðið við dreingjum í oktober mánað skal taka lut í EM-undankappingini, sum verður í Albania.

 

Og sum fyrireiking til kappingina, fara U17 dreingirnir fyrst í komandi mánað á venjingarlegu í Pinatar í Spania. Endamálið við venjingarleguni er fyrst og fremst at fáa nakrar góðar venjingar í góðum umstøðum, umframt at dreingirnir eisini fáa møguleikan at venja og spæla á grasi. Har afturat er ætlanin eisini at spæla tveir venjingardystir, men hvørji mótstøðuliðini verða, er ikki greitt enn.

 

Fróði Benjaminsen er venjari hjá U17 dreingjunum, og saman við hjálparvenjaranum, Rógva Nónsgjógv Poulsen, hevur hann úttikið 18 spælarar, ið eru boðsendir til venjingarleguna í Pinatar, sum liggur í landsynningshorninum av Spania.

 

Hópurin:

 

Markus Johansen, 07 Vestur

 

Rasmus Helgason, 07 Vestur

 

Tróndur Sjúrðarson, NSÍ

 

Benadiktus Olsen, NSÍ

 

Jónas Brynhildarson Gaard, HB

 

Silas B. Joensen, HB

 

Jógvan í Lon, HB

 

Jógvan í Skála, HB

 

Dánial Mørkøre, HB

 

Dávid Reynheim, HB

 

Jens Eiler Samson, Víkingur

 

Jeffri Dulavík Berg, Skála

 

Eyðtór E. Joensen, TB

 

Djóni Sivertsen, B36

 

Rasmus Emil Poulsen, B36

 

Páll Muller, KÍ

 

Jónas Samuelsen, B68

 

Silas Pardamean Skaale Siagian, Lyngby BK (Danmark)

 

U17 landsliðið við dreingjum, sum fyrr í ár tók lut á UEFA menningarkapping í Gibraltar - Mynd: www.FSF.fo