Umstrídda og nýggja U21-kappingin hevur nú fingið sín fyrsta vinnara. Tað bleiv eitt sindur óvæntað AB, sum er vinnari av kappingini, sum hevur verið nógv umtalað. Eitt nú hevur eitt so stórt felag sum HB, havt trupulleikar við at manna lið í deildini.
AB vann í gjár 5-0 á KÍ í Klaksvík, sum er næstseinasta umfar í kappingini. Við sigrinum hava argjamenn tryggjað sær gullið í deildini.
- Lagið var gott á spælarum og venjaranum Allan Mørkøre aftaná dystin, og ikki sørt av veitslurómi var á vøllinum og í skiftingarúminum, har komandi FM heitið var feirað, skrivar ab.fo.
AB hevur nú 37 stig fyri 13 dystir, frammanfyri NSÍ, sum er nr. 2 við 30 stigum fyri 12 dystir. Seinasti dystur verður um eina viku ímóti NSÍ á Argjum.