Verksmiðjan liggur í russiska býnum, Tsjapajevsk, umleið 700 kilometrar inni í Russlandi.
Telegram-rásin, Exilenova Plus og Astrapress, hava deilt myndir og video av tí, sum skal vera ukrainska álopið á russisku lóðurverksmiðjuna.
Guvernørurin í økinum, har rakettin rakti, Vjatsjeslav Fedorisjtsjev, hevur ávarað um eina raketthóttan móti regiónini, har Flamingo-rakettin nú rakti.
Hetta veit Kyiv Independent at siga.
Sagt verður, at Flamingu-rakettin kann røkka heilar 3000 kilometrar og kann soleiðis røkka málum í stórum pørtum av Russlandi.
Tað var eisini ein Flamingo-rakett, sum í februar varð brúkt í einum álopi á eina russiska vápnaverksmiðju fleiri enn 1300 kilometrar úr ukrainska markinum, veit Kyiv Independent at siga.
Í november 2025 váttaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at Ukraina hevði ætlanir um at byrja at framleiða Flamingo-rakettir.
Í nátt eru eisini fráboðanir komnar um nýggj ukrainsk dronuálop í eystaru pørtunum av Finskuvíkini og í Jaroslavl-regiónini í ein landnyrðing úr Moskva.
Russiska verjumálaráðið upplýsir í morgun, at 155 ukrainskar dronur í nátt eru skotnar niður yvir russiskum landaøki, veit tíðindastovan, Reuters, at siga.
Tvey flogfør á veg úr Serbia til St. Pætursborg noyddust at lenda í floghavnini í Helsinsfors, veit finska tíðindastovan, Yle, at siga.
Guvernørurin í Leningrad, Alexander Drozdenko, skrivar á Telegram, at 18 fíggindaligar dronur vórðu skotnar niður har á leiðini í nátt.
Um Flamingo-rakettina verður sagt, at hetta er langtberandi rakett, sum kann bera spreingievni upp í eitt heilt tons við sær á ferðini eftir málinum.
Lesið eisini:
Stendur á gomlum nøglum hjá Putin -
https://www.in.fo/news-detail/stendur-a-gomlum-noeglum-hja-vladimir-putin











