Umahro kollveltir nú alla familjuna

31 ára gamli kokkurin og føðslu-serfrøðingurin Oscar Umahro Cadogan, ið eisini hevur akademiskar førleikar innan biokemi gav fyri nøkrum árum síðani út bestseljarin ”Køkkenrevolution på høje hæle”, har hann borðreiddi við skjótum, vælsmakkandi og ikki minst heilsugóðum uppskriftum til modernaðu kvinnuna, ið hevur nógv um oyruni.

Herfyri kom so ”Køkkenrevolution for hele familien” á marknaðin. Uppskriftirnar eru familjuvinarligar. Aftur hesaferð snýr tað seg um at ansa eftir ov nógvum sukri, at eta rætta feittið og nakað so einfalt sum at eta regluligar máltíðir. Tað er jú ikki so lætt við okkara samfelags-bygnaði, har øll – næstan eftir lóg – skula hava skund.

Bókin upplýsir, leiðbeinir og greiðir frá hvussu familjan – tvørir tannáringar íroknaðir - á rættiliga ómakaleysan hátt kann gera og eta fjølbroyttan, lekran og heilsugóðan mat. 104 uppskriftir eru í vøkru bókini, ið Oscar hesuferð hevur skrivað saman við 14 ára gomlu Telmu Pil Jespersen, ið er dóttir navnframu íslendsku Thorbjörg Hafsteinsdottir. Telma hevur millum annað givið Umahro prei um, hvussu vit fáa børnini at eta heilsugóðan mat. Tað er jú ikki altíð so lætt.

Uppskriftir eru um morgunmat, matpakkar, døgurða, nátturði, lystimeti, bakstur, góðgæti og dessertir. Dentur er lagdur á at hevja natúrliga søta smakkin í rávørunum við kryddi heldur enn við sukri. At brúka fullkorn í staðin fyri raffinerað mjøl har tað ber til. Og so er Umahro fullvísur í, at tað ber til at gera góðan vælsmakkandi mat uttan sukur, smør og róma.

Nógvir góðir upplýsingar um heilsu og føðslu standa í bókini og ikki minst eru leiðbeingarnir um hvussu vit gera matin á skjótan og góðan hátt sera hentar.

Køkkenrevolution for hele familien, Oscar Umahro Cadogan, Pretty Ink, 271 blaðsíðir, innbundin, uml. kr. 229 í bókhandlunum