Í morgun var aftur ein ungur maður í grundlógarhoyri í Føroya rætti skuldsettur í einum rúsevnismáli. Hesin maðurin er 29 ár.
Sjálv skuldsetingin er ikki, tí grundlógarhoyrið varð hildið fyri dupult afturlatnum hurðum fyri ikki at órógva kanningararbeiðið hjá politinum.
Mánadagin í næst seinastu viku vóru tvey ung fólk varðhaldsfongslað í sama máli. Tað vóru ein 20 ára gomul kvinna búsitandi í Danmark og ein 23 ára gamal maður.
Verjarnir hjá teimum báðum fólkunum møttu í rættinum í morgun, og ein sakførari møtti aftrat sum verji hjá einum fjórða skuldsetta.