Hetta vikuskiftið hevur tónleikafestivalurin UHØRT verið í Keypmannahavn – ein festivalur, har lutfalsliga nýggj og »óhoyrd« nøvn sleppa framat tónleikapallinum. Nógvir danskir bólkar og einstaklingar hava brúkt UHØRT sum lopfjøl til stóra gjøgnumbrotið. Og í ár vóru tvey føroysk nøvn á plakatini: JASMIN og Beinir.
Tey bæði hava longu fótað sær væl og virðiliga í Føroyum við nøkrum landaplágum tilsamans, men nú hava tey so roynt sínar veingir í Danmark. Og tað gekk sera væl hjá báðum. JASMIN var síðsta navnið á skránni fríggjakvøldið, og sangarinnan leveraði sum skilst eitt brak av einum showi saman við bólki sínum.
Beinir spældi leygarkvøldið um 19 tíðina, og hann hevur fingið ummælaran hjá tónleikblaðnum Gaffa til tastarnar. Fýra út av fimm stjørnum fær Beinir í ummælinum, sum hevur fingið yvirskriftina: Fængende færing med stort sangskrivertalent. Og tað eru ikki hissini skotsmál ungi føroyingurin fær:
– Som han synger, er der en verden derude, der bare venter på at blive opdaget, selvom det nogle gange er lettere sagt end gjort. Under alle omstændigheder er han en talentfuld kunstner med stort potentiale, og man må håbe, at hans nylige flytning fra Færøerne med den vilde og formodentlig inspirerende natur til det flade og mere tæmmede Danmark ikke får ham til at miste tændingen. Jeg tror det nu ikke, skrivar ummælarin hjá Gaffa.dk - ummælið kann lesast HER.