Scalloway: Eg veit ikki, hvussu hugaligir fótbóltsspælararnir høvdu verið, um teir skuldu sett málini upp, hvørja ferð teir skuldu vant.
Soleiðis sigur Høgni R. Øster, tá ið hann tosar um umstøðurnar, sum fimleikur hevur at venja undir í Føroyum.
Vit hava brúk fyri einari høll, sum útilokandi er til fimleik. Har skal útgerðin standa klár, so at tað altíð kann venjast, og tað slepst undan at brúka nógv tíð til at gera klárt og rudda av, sigur royndi føroyski fimleikarin, sum mánadagin varð við til at tryggja føroyingum gull í liðkapping í fimleiki.
Avgerandi orsøkin til, at Isle of Man er frammanfyri okkum, er, at tey hava nógv betur umstøður til at venja undir. Høvdu vit havt slíkar umstøður, so kundu vit vant meira og fyrireika okkum enn betur til Oyggjaleikirnar, sigur Høgni R. Øster.
Fasilitetir skapa munin
Landsliðsvenjarin í fimleiki, danin Henrik Berthelsen, tekur undir við Høgna R. Øster.
Í 2001 var føroyska liðið minst líka gott sum tað av isle of Man, men síðani hava teir verið frammanfyri okkum, og tað kemst útilokandi av, at tey hava betur umstøður til at venja í, sigur Henrik Berthelsen.
Hann heldur, at myndugleikarnir ikki hava skilt, havt skal til fyri at menna fimleikarar.
Nógvir politikarar hava tað fatan av fimleikinum, at tað eru nakrar gentur, sum renna runt á gólvinum í einari høll, men soleiðis er tað bara ikki.Tað skal meira til enn nakrir tímar í einari høll, har alt skal gerast klárt og takast niður hvørjaferð.
Tað eru tvey fimleikasentur á Isle of Man, og har er útgerðin til fimleik altíð tøk at brúka. Tað eru slíkar umstøður, sum vit hava brúk fyri í Føroyum, sigur Henrik Berthelsen.