Umvælingarnar taka 10 ár

Tað fer at taka tíggju ár at umvæla skaðan, sum stjórnarbygningarnir í Oslo fingu av bumbuni, sum Anders Behring Breivik sprongdi har tann 22. juli í fjør.

Tað verður eisini dýrt fyri norska ríkiskassan, tí sambært ráðharranum Rigmor Asrud er kostnaðurin mettur til millum átta og tíggju milliardir norskar krónur. Tað segði hon við norska kringvarpið NRK í dag.

Millum bygningarnar, sum fóru illa av spreingingini, er tann, sum hýsir skrivstovuni hjá Jens Stoltenberg, forsætisráðharra.