Eirikur Lindenskov
Á Tekniska skúla í Havn eru teir júst lidnir at umvæla motorin í gamla brandbilinum hjá Tórshavnar býráð, sum er frá 1932.
Talan er um ein Triangel brandbil, sum varð keyptur til Føroyar í 1962. Hóast motorurin er frá 1932, so er bilurin kortini bygdur í 1937, og fyrstu árini hevur hann verið nýttur sum brandbilur í Danmark - til hann í 1962 varð keyptur heim til Føroya.
Tað eru teir báðir bilmekanikaralærlingarnir Páll Lamhauge og Heðin Johannesen, sum hava verið teir, ið mest hava tikist við arbeiðið, hóast aðrir felagar sjálvandi hava hjálpt til. Í hesum umfari hava teir báðir verið á Tekniska skúla í fimm vikur, og tvær av vikunum hava teir burtur av brúkt til at gera motorin lidnan.
Tað var í februar í fjør, at Tekniski skúli í Havn og Tórshavnar býráð gjørdu avtalu um, at motorurin úr gamla brandbilinum skuldi umvælast á skúlanum. Býráðið skuldi síðani seta sjálvan bilin í stand, og er ætlanin at bilurin skal koyra á nýggjárinum. Skrokkarbeiðið er ikki liðugt enn, men motourin er nú liðugt umvældur.
Tá motorurin kom út á Tekniska skúla varð hann partvís sundurtikin, og onkrir lutir vantaðu.
Eirikur Simonsen, lærari á Tekniska skúla sigur, at hesir motorar tá í tíðini vóru vanligir, og vóru eisini brúktir í lokomotivum til góðstok.
? Alt er upp á tann gamla mátan m. a. við síðuventilum, sigur Eirikur Simonsen.
Sum vera man er ikki so lætt at fáa fatur á lutum til ein so gamlan motor, so lærlingarnir hava sjálvir verið noyddir at tilevnað summar lutir. Eitt nú vantaðu platinustiftirnar, men við at broyta upp á nakrar stifitir, teir høvdu liggjandi, so bar tað eisini til. Eisini máttu teir gera nýggjar pakningar til manifold og topppstykki.
Viðvíkjandi ventilunum, so hava teir skift út trý stýri, avrættað, slípað og fresað. Stempulringar eru skiftir og toppstykkið og blokkurin eru avrættað - tilsamans er fresað burt okkurt um 1 mm av blokkinum og toppstykkinum vegna tering. Av somu orsøk er kompressiónin nú nakað hægri, enn hon upprunaliga var, men hetta ger einki í dag, siga teir, tí við nútíðar brennievni kunnu motorarnir koyra við væl hægri kompressión enn fyrr.
Av tí at krumptappaksilin var illa rustaður og legurnar illa slitnar, var hesin parturin av motorinum sendur til Danmarkar - til Næstved, har hetta varð slípað og nýggjar legur gjørdar.
Kaboratorurin var sum vera man skitin - og ringt er at vaska, tá hann hevur staðið í so mong ár. Men við nýggjastu tøknini er lættari. Á Tekniska skúla hava teir møguleika at vaska slíkar lutir í ultraljóði, sum reinsar allar huldar kanalir, og soleiðis fekst kaboratorurin reinur aftur.
Nú motorurin koyrir, hava teir mált hann út við nútímans tólunum, teir hava á Tekniska skúl, og tað vísir seg alt at vera í lag, burtursæð frá, at allir tendripropparnir ikki vóru heilt í lagi. Hesir eru ikki so lættir at fáa, so teir hava roynt at leitað í Danmark - og fyri at tað ikki skal vera lygn, so komu boðini um, at nýggir proppar vórðu funnir, meðan Sosialurin vitjaði á skúlanum.
Nú motorurin er liðugur, verður hann pakkaður niður og goymdur, til bilurin er gjørdur liðugur, siga teir á tekniska skúla. Og lærlingarnir eru væl nøgdir - og siga seg hava fingið nógv burtur úr.
Eirikur Simonsen, lærari, sigur, at hetta hevur verið ein sera spennandi uppgáva at hava havt á skúlanum. Hann heldur, at rættast var, um vit høvdu eitt tekniskt savn í býnum, so til bar at varðveita slíkar lutir undir tryggum umstøðum.
? Tað er so nógv, sum kundi verið savnað á einum slíkum savni. Ikki bara bilar, men so nógvir aðrir tekniskir lutir, vísir Eirikur Simonsen á.
Á Tekniska skúla hava teir eisini ymisk gomul motordrivin spøl, sum teir nýta í undirvísingini fyri at síggja, hvussu gomlu motorarnir virkaðu. Hetta eru eisini lutir, sum kundu verið á einum slíkum savni, heldur Eirikur Simonsen, sum fegin tekur aðrar slíkar avbjóðingar inn í undirvísingina á Tekniska skúla.
Triangel-brandbilur koyra nýggjársaftan
Ætlanin er, at 62 ára gamli brandbilurin hjá Tórshavnar býráð skal verða klárur at koyra til nýggjárs.
? Hetta ynskið er komið frá býráðnum, siga teir báðir lærlingarnir, Páll lamhauge og Heðin Johannesen, sum hava staðið fyri arbeiðinum á skúlanum.
Teir siga, at býráðsformaðurin hevur sagt teimum, at nýggjársaftan fer Tórshavnar Kommuna at skipa fyri eini serligari staðfesting av ártúsundskiftinum, m. a. vð fýrverki.
Hetta skal halda fram inn í næsta árið, eitt nú á ólavsøku ár 2000.
Í hesum sambandi er ætlanin, at eitt nú gamli brandbilurin skal verða við í hátíðarhaldinum, eins og onnur gomul útgerð hjá Tórshavnar Sløkkiliði, sum skal standa tøk, um okkurt verður áfatt - ella kanska fyriskipað(!?) nýggjársaftan.
Lærlingarnir halda, at hetta kanska kundi havt áhuga hjá limunum í Føroya Ellisakførum.
Teir siga víðari, at skúlin nú hevur gjørt sítt til, at motorurin nú er í góðum standi. Øll forkromingin, sum hoyrir til bilin er viðgjørd av nýggjum aðrastaðni, so at bon stendur sum frá fyrsta degi. Nú er so bert eftir at gera sjálvan bilin kláran - og vantar eitt sindur av upprætting og málaraarbeiði, og hann nýggjársaftan kann standa eins vakur og í 1937, siga Páll Lamhauge og Heðin Johannesen við Sosialin.
Teknisk data
Triangel brandbilurin frá 1937
ccm:6.270
HK:92
Typa:4 takts bensin
Cylinder placering:rekkjumotorur
Cylindertal:6
Boring:108 mm
Slaglongd:114 mm
El skipanin:12 v og + til stell
Oljumongd:6 l
Kølivatnsmongd:39 l
Bensinnýtsla:60 l/100 km
svar ti 1,6 km/l
Lærlingarnir hava borið saman Triangelin við ein nútímans motor við somu effekt: Ein Opel Corsa Sport:
Opel Corsa Sport
ccm:1.389
HK:90
Typa:4 takts bensin
Cylinder plac:rekkja
Cylindertal:4
Boring:77,6 mm
Slaglongd:73,4 mm
El skipan:12 v
Oljumongd:3,5 l
Kølivatnsmongd:5,6 l
Bensinnýtsla:7,5 l/100 km
svarar til 13,3 km/l