Ung bjóða seg fram sum valevni til løgtingið

Tað er ein stór ábyrgd og vit eru errin, siga tey bæði fyrstu valevnini, sum eru klár til næsta løgtingsval

Tvey tey fyrstu valevnini til næsta løgtingsval, eru nú klár.

Og tað eru tvey av teimum yngru valevnunum, sum vóru tey fyrstu at bjóða seg fram.

 

Unga Tjóðveldi fær tvey valevni á listan hjá Tjóðveldi og felagið hevur avgjørt, at tey, sum skulu umboða tey ungu, eru tey bæði havnarfólkini, 18 ára gamla Kristina Heðinsdóttir Clementsen, ið gongur á 3. árið í Hoydølum, og 20-ára gamli Tór Marna Weihe, sum arbeiðir í Eik.

Í tíðindaskrivi ásanna tey bæði, at tað er ein stór ábyrgd at stilla upp til løgtingsval og at bjóða seg fram at stýra landinum, at men at tey eru errin av at vera valevni.