Meinigheitshúsið Saron í Sandavági og missiónshúsið í Miðvági hava, frá 1. august 2016, sett Richard H. Johansen sum ungdómsleiðara fyri felags-ungdómsbólkin í húsunum.
Richard er 34 ára gamal, er giftur við Ellen og tey eiga eina dóttur. Hann arbeiðir dagliga sum flogtekniskur leiðari hjá Atlantic Airways. Hann hevur í nógv ár verið virkin í missiónshúsinum í Miðvági, m.a. sum leiðari av tekniska økinum.
Umframt hevur hann fingist nógv við tónleik og spælt við fleiri bólkum, men vit kenna hann helst best aftanfyri trummurnar í væl umtókta bólkinum Blátt Gras.
Richard verður innsettur á møtinum Miðvági, sunnudagin 7. august kl. 18.
– Øll eru sjálvandi vælkomin at taka lut og heilsa upp á nýggja ungdómsleiðaran, siga Hanna Nattestad og Bjørn Akselsen .