Ungir føroyingar bjóða Íslandi av

Føroysku U16- og U18-kvinnurnar spæla vinadystir ímóti Íslandi eftir ólavssøku

Hóast nógvur hondbóltur í vár og summar mátti avlýsast, sleppa - serliga tey ungu - at spæla beint eftir ólavssøku. Millum annað vitja íslendsku U16- og U18-landsliðini.

Føroysku U16 og U18-landsliðini royndu seg í summarkappingini ímóti vaksnamannliðum úr fremstu deildinum. Nú sleppa tey at royna seg ímóti teimum javngomlu úr Íslandi.

Bæði liðini spæla tveir dystir í part ímóti teimum íslendsku.

Leygardagin 1. august:

Klokkan 17.00: Føroyar U16 - Ísland U16

Klokkan 19.00: Føroyar U18 - Ísland U18

Sunnudagin 2. august:

Klokkan 16.00: Føroyar U16 - Ísland U16

Klokkan 18.00: Føroyar U18 - Ísland U18

Úr savninum: U17-genturnar mistu hálvfinaluna í evstu løtu (2019)

Sí eisini: H71-kvinnur vunnu á U18

Sí eisini: Royndar Kyndilskvinnur bastu spennandi U16-landsliði

Har er nógvur annar hondbóltur hesa tíðina eisini. Millum annað á strondini í Tjørnuvík í næstu viku -  umframt bæði í Vágshøll og í Marghøllini í Vági beint eftir landsdystirnar.

Sí eisini:Faroe Islands Handball Cup í Vági

Sí eisini: Strandarhondbóltur í Tjørnuvík

Dagin eftir landsdystirnar byrjar stóra hondbóltsstevnan, Faroe Islands Handball Cup, í Vági. Tey ungu - Tað eru dreingir og gentur 10 til 16 - spæla sínar kappingar í døgunum 3. - 5. august, og tað verður vorið sum hondbóltsstevna, tí heili 59 lið, við fleiri enn 500 leikarum hava meldað luttøku.

Sí eisini:Faroe Islands Handball Cup í Vági

Hetta er fyrstu ferð at henda stóra hondbóltsstevnan verður, og áhugin hevur verið ovurstórur skriva fyrireikararnir á heimasíðuni, handballcup.fo:

Karmarnir í Vági eru í topp. Spælt verður í Marghøllini og Vágs Høll. Fríløturnar fara vit millum annað at brúka saman í Páls Høll, Marghøllini og í miðbýnum í Vági, har stór telt verða sett upp og møguleikin verður at njóta løturnar saman við øllum hinum ungu, sum vitja í Vági í samband við hondbóltskappingina

Fyrireikingarnar til kappingina eru komnar væl áleiðis og skráin fyri kappingina og fyri dagarnar í Vági verður tøk í næstum og frætta tilmeldaði liðini meiri um hetta tá.

Vit eru sera fegin um stóra áhugan fyri kappingini og gleða okkum til at taka ímóti leikarum, venjarum og øllum fjepparunum, sum koma til Vágs at heppa á teirra lið.