Ungur alari læt lív í vanlukku í Noregi

Seinnapartin nýggjársdag hendi ein vanlukka við eitt alibrúk hjá felagnum, SalMar, við oynna Frøya.

Vanlukkan hendi, tá ein maður í 20-unum varð kroystur millum ein arbeiðsbát og bryggjuna á alibrúkinum, Ruggstein. Ungi maðurin doyði seinni av skaðunum, hann fekk. Fleiri norskir miðlar hava skrivað um syrgiligu hendingina. 

Tað er eitt felag, sum rekur tænastubátar, FSV, ið eigur bátin, sum gjørdist partur av vanlukkuni nýggjársdag. SalMar leigar bátin til ymiskar uppgávur við alibrúkið.

Dagligi leiðarin fyri FSV Group, Arild Aasmyr, váttar yvirfyri iLaks, at maðurin, sum læt lív, var ein av teirra starvsfeløgum.

- Vit hava skipað ein átaksbólk, sum skal taka sær av okkara starvsfeløgum, og Frøya kommuna veitir kreppuhjálp til teirra, sum vóru har, sigur Arild Aasmyr.

FSV Group heldur til í Molde og maðurin, sum læt lív, var eisini heimahoyrandi í Møre og Romsdal.

Leygardagin gjørdi løgreglan vitnisfrágreiðingar, tryggjaði sær teknisk spor og kannaði umstøðurnar kring hendingina. Sum skilst, verður tað Havarínevndin - ella Skaðanevndin - hjá norska statinum, sum fer at kanna vanlukkuna til botns.

- Tað verða helst vit, sum koma at gera kanningararbeiðið og gera avhoyringar av teimum, sum vóru til steðgar, tá vanlukkan hendi, sigur deildarstjórin í Skaðanevndini, Dag Sverre Liseth, við norskar miðlar.