Tað var í bygdum øki í Søldarfirði, at ein ungur bilførari varð máldur at koyra 95 km um tíman. Tað hevði í vanligum føri givið eina treytaða frádøming av koyrikortinum, sum merkir, at tú verður noyddur at taka koyrikoyrtið av nýggjum innan ávisa freist. Men revsingin er harðari, tá talan er um ung fólk, um ikki hava havt koyrikort so leingi. Tey kunnu tí fáa beinleiðis koyriforboð, og tað er tað, sum hendir við hesum unga manninum, sum varð tikin fyri at koyra 95 km um tíman í bygdum øki.
Í Søldarfirði var ein tikin fyri at koyra 74 km um tíma og ein 80 km um tíman.
Í Kollafirði máldi løgreglan ein fyri at koyra 97 km um tíman, og ein fyri at koyra 113 km um tíman. Tað gevur treytaða frádøming av koyrikortinum.
Úr samdøgursfrágreiðingini hjá løgregluni fæst annars at vita, at friðarligt hevur verið hjá løgregluni annars í gjár og í nátt.











