Uppflytingarspenningur í 1.deild

1.deild menn: Argjamenn kunnu tryggja sær uppflyting í dag, meðan Skála helst skal vinna í Klaksvík, um teir skulu hava nakran møguleika fyri at spæla í bestu deildini komandi ár.

 

Á Argjum tekur AB móti EB/Streymi, sum hevur tryggjað sær eitt ár afturat í næstbestu deildini. AB hevur eitt stig fleiri enn Skála, sum liggur nummar trý. 07 Vestur hevur longu tryggjað sær uppflyting til Effodeildina.

 

Seinast liðini hittust var 17. umfari. Tá endaði tað við málleysum javnleiki við Margáir. Seinast liðini spældu á Argjum var í 5. umfari. Tá vann AB 4-0. Argkamenn eru favorittar undan dystinum í dag, men spurningurin er um marran frá í fjør, tá uppflytingin glapp í seinastu sekundinum, hevur sett set í høvdið í spælarunum.

 

Skála er í Klaksvík har KÍ tekur ímóti. Báðir teir fyrru dystirnir millum feløgini í ár eru endaðir við javnleiki. 1-1 í Klaksvík og 2-2 á Skála.

 

Vinnur AB í dag og Skála tapur, so er AB uppflytari. Vinnur AB og Skála spælir javnleik, so er AB so gott sum uppi, tí teir hava ein málúrtøku, sum er 19 mál betri. Vinna bæði AB og Skála, so verður spenningurin varðveittur til seinasta umfar, tá AB vitjar B71, meðan Skála fær vitjan av 07 Vestur.

 

Tapur AB hinvegin í dag og Skála vinnur, so yvirhálar Skála AB við tveimum stigum, men ein javnleikur í seinasta umfarinum er ikki nokk, um AB vinnur á Sandi orsaka av málúrtøkuni.

 

Rás2 sigur frá dystinum á Argjum millum AB og EB/Streym. Fylgt verður við gongdini í dystinum í Klaksvík millum KÍ og Skála.

 

1.deild menn, 26. umfar:

 

AB – EB/Streymur (15:00)

KÍ – Skála (15:00)

07 Vestur – B71 (15:00)

Víkingur – B68 (15:00)

HB – NSÍ (15:00)