Upphitaðir áhoyrar

Í salinum í DR fríggjakvøldið mundu umleið 250 áhoyrarar sita. Hesi seta sín avgjørda dám á sendingina hjá Danmarks Radio og fyri at tryggja, at tey eru so væl fyri, sum gjørligt, hevur ein maður til uppgávu at hita tey upp og leggja teimum lag á

Stjørna í eitt kvøld

Århus:
Inni í salinum er hitin øgiligur. 250 fólk sita flennandi og lurta eftir einum manni, sum ger alt, hann kann fyri at fyrireika tey til sendingina, sum byrjar um ein hálvan tíma ella so. Ljóskastararnir kasta ein øgiligan hita frá sær, og fleiri hava hug at suffa við longu nú.
Hetta fangar upphitarin hjá DR og sigur við fremstafingrinum ovast, at tað er onki, sum eitur at sita og suffa, tá sendingin er byrjað.
- Tað eru fleiri, sum eru fangað á skíggjanum, meðan tey sita og suffa og sveitta. Tað er ikki ein serliga smartur máti at gerast kendur í sjónvarpinum uppá, sigur hann, og áhoyrararnir flenna í kíki.
Hesin margháttligi maðurin heldur áfram at skemta og koma við ymsum góðum ráðum um, hvat ein kann og ikki kann loyva sær at gera, meðan sendingin er í luftini.
Meðan hann stendur og hitar áhoyrararnar upp, ganga fleiri onnur og stákast við at fáa tað seinasta klárt, áðrenn Natasja Crone og øll hini koma.
Áhoyrararnir fáa enntá at vita frá hesum manninum, hvussu tey skulu klappa og rópa, og nær tey skulu gera tað. Eisini fáa tey boð um, at tá sendingin byrjar, og tá sangararnir eru lidnir við teirra framførslu, skulu tey reisa seg, meðan tey rópa, floyta og klappa.
- Og nu kommer vores super gode husorkester, lad os gi´ dem en stor hånd, rópar hann brádliga. Øll reisa seg og geva orkestrinum eina ordans móttøku.
Upphitarin tykist at vera vælnøgdur, men heldur kortini áfram at tosa.

Niðurteljing
So kemur verturin sjálv, Natasja Crone og dómararnir í kappingini inn á pallin. Tey fáa somu móttøku sum húsaorkestrið.
?Ti minutter til showtime,? verður rópt í hátalaranum.
Upphitarin díkir á at tosa. Hann hevur so nógv upp á hjartað, men fólk eru við at troyttast av honum. At enda kemur ein av upptøkumonnunum hjá DR og tekur mikrofonina frá honum. Hetta til miklan látur fyri tey mongu í salinum. Men upphitarin letur seg ikki steðga av hesum. Hann byrjar í staðin at rópa út í salin, men upptøkumaðurin er ikki ráðaleysur. Hann smekkar eitt petti av tape fyri munnin á upphitaranum, og so er tann trupulleikin úti av verðini. Og tíggju minuttirnir við at vera farnir.
Í hátalaranum hoyrist nú temalagið til sendingina. Natasja Crone kemur inn á pallin, øll reisa seg og klappa, og hon byrjar at tosa. Men klokkan er bara nakrar minuttir í átta, so hetta er bert ein roynd. Ein roynd, sum áhoyrararnir sambært upphitaranum og vertinum sjálvari klára til eitt reint UG.
So hoyrist ein kvinnurødd í hátalaranum rópa, at tað bert er ein minuttur eftir. Fólk gera seg klár, og so telur hon niður...fimm, fýra, trý, tvey....og sendingin byrjar.
Onkur reisir seg ov tíðliga upp, men tað kemur ikki upp á upptøkutólið. Fólk flenna bara og rópa so og klappa til røttu tíðina.
Sendingin koyrir væl, og samanspælið millum vert, sangarar, áhoyrarar og upptøkufólk gongur væl. Ein tima seinni er fyrsti parturin av, og summi fara út at strekkja sær beinini. Upphitarin gongur tá aftur í sama lagi og undirheldur, inntil TV-Avisen er liðug, og kvøldsins vinnari skal kjósast.
Alt gongur, sum tað skal. Báðir hálvfinalistarnir verða funnir, og tá Guðrun Sólja Jacobsen er liðug at syngja vinnarasangin, verða ljósini í salinum sløkt. Hitin er øgiligur, men tað verður beinanvegin frægari, tá ljóskastararnir eru sløknaðir.
Fólk fara úr salinum. Summi fara heim, onnur til afterparty á Train, meðan upp aftur onnur helst fara sær ein túr í býin eftir eina góða løtu í studionum hjá Danmarks Radio.