-Uppsagnirnar koma ikki óvart á okkum

Vit hava leingi vitað, at høgi oljuprísurin hevði við sær, at tað var ringt hjá reiðarínum at fáa endarnar at røkka saman, sigur 1. stýrimaður á Kappanum, Sámal Henriksen

Síðan í mai-mánaði 2003 hevur klaksvíkingurin, Sámal Henriksen, verið 1. stýrimaður á rækjuskipinum Kappanum av Oyri. Á seinasta túrinum hjá skipinum fekk hann saman við 10 øðrum umborð boð um, at teir vóru uppsagdir.
-Tú kanst ikki beinleiðis siga, at hett kom óvart á okkum, at skipið nú verður lagt. Vit hava leingi vitað, at høgi oljuprísurin hevði við sær, at tað var ringt hjá reiðarínum at fáa endarnar at røkka saman, sigur Sámal Henriksen
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Sámal Henriksen er uppsagdur á Kappanum. Í fjør varð Kappin eisini lagdur og manningin uppsøgd, men stórur partur av manningin kom umborð aftur, tá nýggir eigarar keyptu Kappan.

Hvørji eru útlitini hjá tykkum at fáa annan møguleika?
Tað er torført at fáa nakran nýggjan møguleika. Sammeta vit bert fyri nøkrum árum síðan, so er tað nógv torførari at fáa møguleika í dag enn tá, tí fleiri og fleiri gerast arbeiðsleysir. Tú fært meg kortini ikki at tað er fullkomiliga ómøguligt, svarar Sámal Henriksen.

Hann leggur afturat, at tað stóð tveimum monnum á Kappanum í boði at fara við rækjubáturin Sólborg mánadagin, men eingin tók av. Kappin kom heim seinasta fríggjadag, og tískil gjørdist skotbráið í so stutt at fara avstað longu mánadagin við Sólborg, metti menninir á Kappanum.

Á Kappanum vóru níggju føroyingar og tveir litavar umborð.