Uppskrift: Flógvar muffins við sjokolátu, banan og kaneli

Lekkurt er eisini við onkrum søtum á morgunmatarborðinum, og hendan uppskriftin upp á banan og sjokoláta muffins er serstakliga lekkur, tí kanelið og ingiferið geva henni ein flógvan smakk. Hesar eru sera mettandi og kunnu saktans etast sum ein góður miðmáli seinni á degnum eisini

Les eisini: uppskrift: terta til mammudagsbrunsjin

Tilfar
180 gram av havragrýni
160 gram av hveitimjøli
225 gram av putursukri
2 súpuskeiðir av chiafræum
2 teskeiðir av bakipulvri

¾ teskeið av natron

½ teskeið av salti
½ teskeið av kaneli
½ teskeið av turkaðum ingifer
Umleið 3 sera búnaðar miðalstórar bananir

Góðar 200 ml av blak
2 súpuskeiðir av olju

1 stórt egg, pískað

75 gram av myrkari sjokolátu, smeltað

Mannagongd:
Set ovnin á 200°C. Set pappírs muffinformar í muffinsplatuna.
Rør saman havragrýn, hveitimjøl, sukur, chiafrø, bakipulvur, natron, salt, kanel og ingifer í einum stórum bolla.
Mosa bananirnar í einum øðrum bolla, og vend blak, olju og pískaði eggini saman við bananunum. Rør varliga saman við turra tilfarinum. Být deiggið í 18 muffinformar.

Baka í 20 til 25 minuttir og lat kølna á rist í 10 minuttir. Koyr síðani smeltaða sjololátu omanyvir.