Upptøkur tryggja prógvini móti Sea Shepherd

Ákærin brúkti allar miðlar at prógva, at Sea Shepherd og teirra limir hava brotið grindalógina.

Á rættarfundinum í Føroya rætti í gjár, har ákæruvaldið reisti ákæru móti fimm Sea Shepherd limum og felagsskapinum sjálvum, var eyðsýnt, at ákæruvaldið hevur brúkt nógva orku at savna alt viðkomandi tilfar í málinum. 


Rættarfundurin var eisini eyðmerktur av, at fleiri myndir og sjónbond vórðu vist, ið skuldi prógva, at Sea Shepherd og teirra limir hava brotið grindalógina. 


Tað var serliga viðvíkjandi handtøkunum í Bø, har tvey fólk vórðu handtikið umborð á einum báti, og tvey fólk vórðu handtikin á sandinum, at ákæruvaldið brúkti eina ørgrynnu av upptøkum, umframt at víst varð til dagføringar á Facebook. 


Millum annað kundi ákæruvaldið prógva sínar ákærur við at vísa til upptøkur hjá løgregluni. Sum nakað nýtt, so høvdu løgreglufólkini umborð á bátunum Go Pro myndatól á sær, so allar handtøkurnar og tað, ið er hent áðrenn, er skrásett við livandi myndum. 


Ákærin, Linda Hesselberg, vísti eisini fleiri ferðir til Facebook dagføringar hjá Paul Watson og YouTube-brot, har tey ákærdi sjálvi greiddu frá, hvat hendi tá tey vórðu handtikin.


Á tann hátt eydnaðist tað millum annað, at fáa sett orð á upplivingarnar hjá Rosie Kunneke, ið ikki ynskti at tosa í rættinum, og staðfesta skeivleikar í avhoyringini hinum ákærdu.


Harumframt brúkti ákæruvaldið upptøkur hjá Kringvarpinum, privatar upptøkur hjá fólkum, ið vóru á Sandagerði og myndir hjá verjuskipinum Triton í teirra próvbyrðu.