Hetta er tíðin, tá børn verða innskrivað til at byrja í fólkaskúlanum.
Mánadagin var innskriving í Tofta skúla til 1. flokk fyri komandi skúlaár, og tað vóru 14 spent børn og foreldur sum møttu upp til innskrivingina.
Skúlastjórin, Marita Dalsgaard og flokslærarin, Jóna Hansen, tóku henda dagin ímóti foreldrum og børnum.
Næsta skúlaár byrja 14 børn í 1. flokki í Tofta skúla, men í fjør var talið 23 - ella níggju fleiri enn í ár.
Tað er Nes kommuna, sum ber hesi tíðindi í dag, og tað er eisini Nes kommuna, sum eigur viðheftu mynd.