Úr Savninum: Lars um EM í 1992 og dystin móti Føroyum í 1990 (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu frá 2019 við Lars Olsen, ið var liðskipari á danska landsliðnum sum vann EM.

##med2##

 

Millum teir sum á undrunarsaman hátt vunnu EM-gull við danska fótbóltslandsliðnum á Nya Ullevi leikvøllinum í Göteborg vóru tveir leikarar, ið seinnu gjørdist føroyskir landsliðsvenjarar. Teir vóru liðskiparin, Lars Olsen sum var føroyskur landsliðsvenjari, árini 2011-2019, og toppskjúttin, Henrik Larsen sum var føroyskur landsliðsvenjari, árini 2002-2005.

 

11. oktober í 2019 vitjaði Lars Olsen sendingina Fótbóltspanelið á FM1 til eitt prát um sína tíð sum føroyskur landsliðsvenjari. Í sendingini var eisini prátað um fyrsta møtið Lars hevði við føroyska landsliðsfótbólt, tá hann og hjálparvenjarin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, Jóannes Jakobsen sum var hjálparvenjari hjá Lars vóru liðskiparar hjá ávikavist Danmark og Føroyum. Prátað var eisini um undrunarsama EM-sigurin hjá Danmark í 1992.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra tað sum Lars fortaldi um dystin móti Føroyum 10. oktober í 1990, og tað sum Lars fortaldi um at vera partur av størstu løtuni í danskari ítróttarsøgu, tá Danmark vann EM-gull 26. juni í 1992, fyri júst 30 árum síðani.

 

 

 

 

 

 

 

Brot úr samrøðu frá 11. oktober 2019 við Lars Olsen

Brot úr samrøðu frá 11. oktober 2019 við Lars Olsen