Úrmælingur spælir ókeypis

Italski tónleikaúrmælinguirn Paolo Russo spælir bæði bandoneón og klaver á solokonsert í Norðurlandahúsinum nú sunnudagin

Paolo Russo telist millum fremstu italsku tónleikarar, sum halda til í Norður Europa, og hevur framført bæði solo og saman við altjóða viðurkendum tóneleikarum, sum eitt nú Stefano Bollani, Paolo Fresu, Diego Figueiredo, Josefine Cronholm og Ettu Cameron.

 

Hann var upprunaliga útbúgving sum klassiskur pianistur á musikkonservatorium í Italia í 1993 og leyk seinni prógv sum rytmiskur pianistur á Rymisk Musikkonservatorium í Danmark.

 

Hann hevur spælt tónleik frá ungum árum og er í dag kendur og vælumtóktur bæði í Italia og øðrum londum. Hann hevur seinni árini framført og framleitt tónleik við bandoneón (harmonikuinstrument), sum hann gjørdist hugtikin av í 2001.

 

Paolo Russo gav út tónleikaverkið “Archipelago” herfyri, sum var innstillað til heiðursløn á “Danish Music Awards Jazz 2013”. Bandoneón tónleikur hansara er eisini eyðsýndur í tónleikinum til filmin “Love is all you need”, sum danska Susanne Bier stóð fyri.

 

Konsertin sunnudagin byrjar klokkan 16, og hon er ókeypis.