Uros Stojanov er nýggjur toppskjútti í Betrideildini. Inntil tað restaði eitt korter, var tað málleyst í Fløtugerði, men so skoraði ÍF tríggjar ferðir.
Í undanumrøðuni varð sagt, at Karl Løkin var so illa darvaður av vøddaskaða, at hann ikki var førur fyri at spæla. Karl Løkin stríddist allan dystin á tamb á ÍF miðvøllinum, og hann legði upp til fyrsta málið hjá Uros Stojanov. Tað var við horna úr høgru,tá ið tað restaði eitt lítið korter.
Tá ið tað restaði ein hálvur tími, varð Dánjal á Lakjuni skiftur inn á ÍF liðið. Hann átti uppleggið til 2-0 málið eftir eitt tvey samanspæl við Hákun Edmundsson. Tað var tveir minuttir eftir fyrsta málið, og í næstsíðsta minutti staðfesti Uros Stojanov rimmar 3-0 sigurin eftir sending frá innskifta Gundur E. Petersen. Sigurin ber við sær, at ÍF eftir 12 umfør hevur 19 stig. Í fjør var samlaða úrtøkan eftir 27 umfør trý stig.
-Vit arbeiddu nógv og væl, og spælararnir vístu sera góðan hugburð. At enda eydnaðist tað, og Uros Stojanov vísti enn einaferð, hvussu vandamikil hann er. Nú fara vit at halda frí í eina viku, áðrenn vit fara undir fyrireikingarnar til tað, sum er eftir at hesum kappinginarárinum, og vit gleða okkum, sigur annar av ÍF venjarunum Hans Jørgen Djurhuus.
-Talan var um heilt javna uppgerð, inntil tað restaðu 20 minuttir. Áðrenn teir fingu fyrsta málið, høvdu vit fríspark á brotsteigarmarkinum. Mikukvøldið skoraðu vit í sovornari støðu, men tað eydnaðist ikki ídag. Um tað hevði eydnast, so kundi tað verið heilt spennandi, sigur Skála venjarin Bill Jacobsen, og hann heldur fram:
-Vit ætlaðu at ansa væl eftir Uros Stojanov, og tað gjørdu vit, inntil tað restaði eitt korter, men so vísti hann, hvør dugur er í honum, og tað var avgerandi, sigur Bill Jacobsen.
Skála er aftast og bíðar framvegis eftir fyrsta sigrinum.