Núverandi norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, saman vð fyrrverandi forsætisráðharra landsins, Ernu Solberg. Mynd: NRK

USA má vera við til at tryggja frið í Evropa

- USA er avgerandi, bæði fyri verjuna hjá Ukraina og einari friðarloysn í Ukraina, sigur norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre

 

 

Núverandi norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, saman vð fyrrverandi forsætisráðharra landsins, Ernu Solberg. Mynd: NRK

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, sum var við á fundinum í London í gjár, heldur, at USA hevur eina lyklastøðu í einari varandi loysn fyri Ukraina.

 

Fyrrverandi norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, heldur, at Evropa má taka størri ábyrgd av trygdini í Evropa.

 

- Hetta snýr seg um eina vápnahvíld og ein enda á krígnum í Ukraina, sigur Jonas Gahr Støre við norska kringvarpið, NRK.

 

Hann leggur dent á, at ein varandi loysn á krígnum í Ukraina krevur sterk trygdargaranti, har USA er ein sentralur partur.

 

Jonas Gahr Støre sigur, at Evropa nú stendur meira savnað enn áður, umframt at Nato-lond, sum Turkaland og Kanada, eisini vóru við á fundinum í London í gjár.

 

Hóast hetta, heldur norski forsætisráðharrin, at USA er avgerandi, bæði fyri verjuna hjá Ukraina og einari framtíðar friðarloysn í Ukraina. 

 

Leiðarin hjá Høgra í Noregi og fyrrverandi norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, heldur, at Evropa noyðist at taka størri fíggjarliga og hernaðarliga ábyrgd í Evropa.

 

- Vit mugu gerast sterkari, og vit mugu gerast betri, sigur hon við norska kringvarpið. Hon heldur eisini, at Evropa noyðist at gera seg til reiðar at bera tær útreiðslur, sum hetta krevur.

 

Jonas Gahr Støre heldur, at fimm vikur við nýggjari umsting í USA kann ikki fundamentalt broyta alt tað, sum áður var grundleggjandi millum USA og Evropa.

 

 

 


 

 

Núverandi norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, saman vð fyrrverandi forsætisráðharra landsins, Ernu Solberg. Mynd: NRK