Útseta dystir vegna vantandi dómarar

Dómaratrotið fær nú avleiðingar fyri hondbóltsdystirnar, sum skuldu vera í Vestmanna sunnudagin.

Dómaratrotið í hondbóltinum hevur nú við sær, at dystirnir í Vestmanna sunnudagin millum VÍF og Stjørnuna í Elektrondeildini ot millum VÍF og KÍF í Atlantic Airways deildini verða útsetti. Tað sigur Hondbóltssambandið.

 

– Vit hava vit ov fáar A-dómarar í løtuni. Eru allir dómararnir tøkir, klára vit at koyra kappingina, men so skjótt okkurt kemur í vegin, ber ikki til. Hetta er tíverri hent nú, har ein dómari hevur fingið ein skaða at dragast við.vKappingarnevndin hevur tí út frá einari heildarmeting av kappingini tikið avgerð um, at dystirnir í Vestmanna komandi sunnudag 6. okt. mugu útsetast til týsdagin 8. okt. Leikt verður sostatt soleiðis komandi týsdag 8. okt:

 

  • 18.30 VÍF – Stjørnan, Elektron deildin
  • 20.00 VÍF – KÍF, Atlantic Airways deildin

 

– Vit harmast um støðuna, men útlit eru fyri, at dómarastøðan fer at batna nakað komandi tíðina. Í løtuni eru hetta tó treytirnar hondbóltskappingin hevur at virka undir, sigur Hondbóltssamband Føroya.