Neistin-VÍF 20-30
VÍF beindi allan iva ti viks, tá tær mikukvøldið leiktu seinnu hálvfinaluna í Coca-Cola kappingini móti Neistanum. Fyrra dystin vunnulær úr VÍF við fýra málum, so tað var nakað av spenningi undan seinna dystinum, hr Neistin sá sær møguleikan at gerast tær fyrstu at koppa VÍF hetta kappingarárið.
Hetta eydnaðist tó ikki, og í veruleikanum var tað ongantíð nær við at eydnast hjá Neistanum. Eftir at tað gekk javnt á fyrsta korterið, setti VÍF seg á dystin, og har vórðu tær sitandi. Sum seinni hálvleikur leið, fekk dysturin viðhvørt ein farra av uppvísing yvir sær, og tíggju-mala sigurin var ikki eitt vet ov stórur
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Neistin: Annika Thomsen 6(3), Katrin á Neystabø 5, Birita Wardum 4, Bjørg Patursson 2, Mildrid Jacobsen 2, Súna Mørk 1
VÍF: Ioana Rapa 9(2), Fríð Marjunardóttir 5, Nicoleta Radu 5, Jacklin Durhuus 5m Sóleyð Mikkelsen 3(2), Randi Kúrberg 2, Alis Høghamar 1
Brotskøst: Neistin 3, VÍF 3
Útvísingar: Neistin 3, VÍF 1
Dómarar úr H71/Kyndli: Petur S. Dahl og Ragnar Simonsen