VÍF vann við mansverju

Hóast Neista-kvinnurnar meginpartin av dystinum vóru á odda, vunnu tær ikki upp land, tá VÍF brúkti taktiskar snildir móti endanum

VÍF-kvinnurnar, ið vunnu alt í fjør, fingu seg royndar framman fyri hálvttriðjahundrað áskoðarum í Vestmanna sunnudagin, tá Neistin var á vitjan. Tí Neistin stríddist væl, var á odda allan fyrra hálvleik, og helt fast um leiðsluna til langt út í seinna hálvleik.
Í hálvleikinum var Neistin á odda 11-8, og fyrstu fimm minuttirnar av seinna hálvleiki útbygdu tær leiðsluna til 14-9 í hesum spennandi og til tíðir væl spælda dystinum.
Eftir hálvleikssteðgin var Hallfríð Isaksen komin í málið fyri Manuelu Stan, og tá Hallfríð eftir einari løtu var skotin heit, stóð hon framúr væl og tók tað mesta ? eisini, tá Neistakvinnurnar komu fríar ímóti henni.
Tá so eitt sindur var liðið út á seinna hálvleik, tók Sóley Mikkelsen sær um reiggj, skoraði upp á tvey brotskøst og setti tveir aðrar bóltar í málið. Hesa løtuna skjeyt hon VÍF frá 14-17 upp á 18-19.
Síðani javnaði Hertha Simonsen fyri VÍF við einum týdningarmikilum máli til 19-19, og tá var tað, at kvinnurnar hjá Neistanum kendu seg so mikið hóttar, at tær bóðu um »time-out«.

VÍF meira burturúr
Henda minuttin brúkti VÍF kortini betri, tí teir síðstu átta minuttirnar av dystinum tóku vestmannakvinnur eitt vápn í brúk, sum Neistin ikki ordiliga dugdi at verja seg ímóti. VÍF fór út at mansverja Simonu Dziugyte og Katrin á Neystabø, og so fór broddurin av spælinum og leiðsluni hjá Neistakvinnunum.
Ta næstu løtuna skoraði VÍF fýra ferðir upp í slag, uttan at tað bragdaði hjá Neistanum, og so var støðan brádliga 23-19 til VÍF.
Óivað eitt sindur av einum vónbroti fyri Neistan, sum stóran part av dystinum hevði víst, hvussu tað kann bera til at fáa tær annars sterku VÍF-kvinnurnar trýstar niður á knæ, men samstundis man dysturin eisini geva teimum bláu eina vón um, at tað sær kanska ikki so galið út í vetur.
VÍF fekk kanska ta ávaringina, ið ofta skal til. Men taktiskt snildi og styrki móti endanum prógvaðu eisini, at VÍF veruliga er eitt lið, ið hini ikki skulu vænta sær nakaða frá, uttan at taktikkurin og orkan halda allar 60 minuttirnar.

Dysturin í tølum
VÍF-Neistin 24-20 (8-11)
Málskjúttar:
VÍF: Sóley Mikkelsen 10 (5), Nikolina Eyðbjørnsdóttir 4, Ioana Rapa 3, Hertha Simonsen 3, Jacklin Durhuus 2, Eyðbrit Andreasen 1, Alis Høghamar 1
Neistin: Mildrið Jacobsen 6, Simona Dziugyte 4 (2), Ata Høgnadóttir 3, Katrin á Neystabø 3 (2), Súna Mørk 2 (1), Rakul Augustinussen 1, Bjørg Patursson 1
Brotskøst: VÍF 5, Neistin 7
Útvísingar: VÍF 6, Neistin 1
Dómarar: Hannis Wardum og Ragnar Simonsen