Tað er nógv, sum bendir á, at Vágar komandi ár fara at eiga lið í bestu fótbóltsdeildini, og at Suðuroy ikki fer at verða umboðað í Formuladeildini.
Seinnapartin hava VB/Sumba og 07 Vestur spælt uppgerðina, sum orsaka av vánaligum veðri varð avblást leygardagin.
Heimaliðið hevði lotið undan í 1. hálvleiki, tá ið einki mál varð skorað. Í 2. hálvleiki skoraði 07 Vestur tvey mál undan vindinum. Í 66. minutti skoraðu teir fyrra málið, og tríggjar minuttir seinni skoraði skoraðu teir aftur. Fyrra málið var sjálvmál, og tað seinna skoraði veteranurin Jens Erik Rasmussen.
Nú tað resta tvey umfør er støðan í toppinum í 1. deild tann, at 07 Vestur hevur 59 stig, AB hevur 58 stig, og VB/Sumba hevur 56 stig.