Vágbingar rakstraravlop á 6,3 milliónir krónur

- Úrslitið av rakstrinum hjá Vágs kommunu, sokallaða RLÚ, í 2015 var eitt avlop á 6,3 milliónir krónur í mun til 1,4 milliónir krónur í 2014.


Tað skrivar Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu, í tíðindaskrivi, nú býráðið hevur samtykt roknskapin hjá kommununi fyri 2015.


Ein av orsøkunum til góða úrslitið var, at inntøkurnar fyri 2015 vóru hægri enn væntað hjá kommununi.


- Inntøkurnar hjá Vágs kommunu í 2015 vóru 55,8 milliónir krónur, ella slakar 1,4 milliónir krónur hægri enn mett í fíggjarætlanini fyri 2015, har mett var, at inntøkurnar fóru at verða umleið 54,4 milliónir krónur, skrivar borgarstjórin.


Tað er tó ikki bara inntøkurnar, ið vóru hægri enn væntað, tí eisini raksturin var eitt vet dýrari enn mett.


- Samlaði raksturin kostaði 43,9 mió. kr. Mett var í fíggjarætlanini fyri 2015 at raksturin fór at kosta 43,8 mió. kr, skrivar borgarstjórin og leggur afturat.


- Eldraøkið, alt íroknað kostaði Vágs Kommunu 16,3 mió. kr. í 2015, meðan inntøkurnar í smb. við eldraøkið vóru 16,7 mió. kr. Høvuðsorsøkin til lutfalsliga høgar inntøkur í smb. við eldraøkið er, at borgarar í Vágs kommunu, sum virka undir t.d. FAS, DIS og NIS-skipanum, nú rinda skatt til Vágs kommunu. Áðrenn 1. Januar 2015 rindaðu hesi ikki skatt til Vágs kommunu, men bert til Landið.


Kommunan gjørdi í 2015 íløgur fyri 5,7 milliónir krónur, harímillum nýgerð av vatnveitingini, íløgur á havnarøkinum, í býarfríðkan, asfaltering, nýtt økið varð keypt til víðkan av kirkjugarðinum inni í Líðini og keyp av arbeiðshølum og arbeiðsbilum til starvsfólk í teknisku deild.