Nú summarframsýningin hjá Vágs Sóknar Bygdasavni, undir heitinum »Vágur og Seinni Heimsbardagi«, letur upp, hevur Vágs Sóknar Bygdasavn fingið stórfingna gávu.
Mest áhugaverdi parturin av framsýningini eru modellini av teimum níggju skipunum úr Vági, sum fórust undir seinna heimsbardaga. Poul Niclasen úr Vági hevur gjørt modellini. Nú framsýningin letur upp, hava Poul og konan, Marianna, gjørt av, at geva Vágs Sóknar Bygdasavn skipini til gávus.
- Talan er um megnar arbeiði, har tann minsta detaljan av skipunum er við, sjálvt flekiknívur og vøttur. Poul hevur brúkt útvið 500 tímar uppá hvørt skipið, sigur Dennis Holm frá Vágs Sóknar Bygdasavni.
- Vit í Vágs Sóknar Bygdasavni eru ómetaliga fegin um at ein so týðandi partur av søgu okkara nú verður livandigjørdur við modellunum hjá Poul. Fyri avvarðandi, Vág, Suðuroynna og Føroyar sum heild hevur hetta eitt ómetaliga stórt virði. Ikki minst fyri tey nógvu, sum undir krígnum mistu onkran, ið stóð teimum so nær. Í dag eru framvegis børn á lívi hjá monnum úr Vági, sum fórust við skipum úr Vági undir seinna krígnum, sigur hann.
Vágs Sóknar Bygdasavn hevur í sambandi við gávuna frá Poul og Mariannu Niclasen gjørt av at lata upp nýtt savn við heitinum »Vágur og seinni heimsbardagi«.
Høvuðsframsýningin á savninum eru modellini av teimum níggju skipunum úr Vági, sum fórust undir seinna heimsbardaga. Savnið heldur til á 1. hædd í Gamla Skúla í Vági og verður talan um eina fasta framsýning, sum verður opin alt summar og í vetrarhálvuni.
Savnið letur upp í kvøld klokkan 18 og er annars opið soleiðis á jóansøku:
Tórsdagin: 18.00 ? 20.00
Fríggjadagin: 17.00 ? 20.00
Leygardagin: 17.00 ? 20.00
Sunnudagin: 17.00 ? 20.00