Hóast veðrið ikki hevur verið av tí besta, so hava eini 50 næmingar verið í læru sum víkingar Heima á Garði í Hoyvík. Har er víkingaskeið í hesum døgum, har eini 10 lærarar taka sær av lærlingunum.
Skeið
Ikki øll ætlaðu skeiðini gjørdust veruleiki, tí luttakarar vóru ikki til øll skeiðini og trupult var eisini at fáa fígging. Men tey, ið eru í víkingalæru, hava møguleika at skjóta við ørvi og boga, at gera prýðislutir, at matgerða á víkingahátt, at sigla við seglum og rógva, at fáast við eldsmíð, ullavirking, plantuliting og at veva og partvís at fáast við træskurð og at rista rúnir. Ein kan glímast, ríða og eisini eru barnaspøl á skránni, umframt, at skeiðluttakarar kunnu gera egin víkingaklæði.
Vevurin áhugaverdur
Í Hoyvík er klíggjavevur frammi. Roar Olsen, ið er ein av fyrireikarunum, sigur, at tá frammi hevur verið, at hesun vevur varð nýttur í Føroyum upp til umleið ár 1800, so er tað ikki heilt rætt. Klíggjavevurin var nýttur langt upp í farnu øld og Fornminnissavnið fekk leivdir av klíggjavevi seinast í farnu øld. Eisini í 1920-30'unum fekk savnið onkran slíkan vev.
- Men langomma mín á Válinum í Vestmanna, nýtti klíggjavev til eftir annan veraldarbardaga. Í Mykinesi stóð ein klíggjavevur uppi, til fyri einum 3 árum síðani, sigur Roar Olsen.
Hann minnir á, at fólk í Føroyum í dag minnast ommur og abbar, ið nýttu klíggjavev, so um tey leggja leiðina niðan til Hoyvíkar í vikuskiftinum, so vil Roar Olsen fegin koma í samband við tey, tí hetta er handverk, sum er farið í søguna, men enn kann ein lofta teimum seinastu restunum.
Føroyska kúgvin ansvekjandi
Í løtuni arbeiða fyrireikararnir við at fáa eina føroyska kúgv til vega. Hon er bert partvís føroysk, men er so lítil, at hon bert er 5 centimetrar hægri, enn neytini vóru frá Krisiti føðing og fram til víkingatíðina. Til sammetingar kann siga, at neytini í dag, tey innfluttu, eru heilar 30 centimetrar hægri og viga einar 3 ferðir so nógv.
- So vit hava enn møguleika at ala okkum partvís aftur á nakað upprunaligt, og tað hevði verið stórhending í heimshøpi, um tað eydnast at ala slíka kúgv fram aftur, tí tað eru so mong livandi søvn og skúlabygdir, har ein kann liva nakrar dagar á sama hátt, sum tey gjørdu fyrr, og har tørvar teimum júst hesa kúnna, tí har hava tey bygt bygningar eftir gomlum sniði, sum tey hava grivið út, og har passar ein kúgv uppá eini 600 kilo ikki inn, men ein kúgv uppá eini 200 kilo, sum vit kanska kunnu útvega, hon hevði passað inn, sigur Roar Olsen.
Um fólk minnast gomlu kúnna, ella hava film ella myndir, so vil Roar Olsen fegin í samband við tey.
Barnaríðing
Annars verða mong onnur føroysk djór eisini at síggja í Hoyvík, t.d. dunnur, gæs og ross.
Í vikuskiftinum sleppur almenningurin at vitja og tá verður barnaríðing og sigur Roar Olsen, at hevur onkur hug at hjálpa við t.d. at leiða ross, so eru tey vælkomin.
Í fjør var líknandi tiltak á Selatrað. Veðrið var ikki gott nógvastaðni teir dagarnar, ið almenningurin kundi vitja, men á Selatrað var veðrið hampuligt og nógv løgdu leiðina framvið og soleiðis væntar Roar Olsen eisini, at tað verður í ár, um veðrið verður hampuligt.
Tað eru Anna Louisa Joensen, Roar Olsen og Kunningarstovan, ið taka sær av tiltakinum, sum annars er úrslit av samstarvi milum feløg og einstaklingar, nevnt SIÐSAM, og hetta stendur fyri siðsøguligum samstarvi.
Stovna víkingafelag
Ætlanir eru um at stovna eitt víkingafelag. Tey, ið hava áhuga fyri hesum, kunnu seta seg í samband við Roar Olsen á telefon 28 13 31.
Víkingalegan í Hoyvík verður opin fyri almenninginum fríggjadagin 16. juli frá klokkan 15 til 20. Tann 17. og 18. juli er opið frá klokkan 10 til 18.