Tað tykist greitt, at Víkingur skal hava nýggjan venjara. Samstarvið við Sigfríð S. Clementsen tykist ikki skula halda fram, tí ongin avtala er gjørd. Bolt.fo hevur sett Eyðun Klakstein í samband við starvið.
Keldir hjá In.fo siga, at Víkingur eisini hevur leitað í Íslandi, har samband skal hava verið við Óli Stefán Flóventsson, sum í ár hevur verið venjari hjá René Shaki Joensen og Grindavík í bestu deildini í Íslandi.
Sum skilst, so verður hetta av ongum, tí Óli Stefán Flóventsson hevur tikið av tilboðið frá KA. Víkingur setti fyrr í ár Maurice Ross sum venjara, men hann bleiv koyrdur, meðan Sigfríður S. Clementsen bleiv settur árið út.