Tað skrivar Bakkafrost í tíðindaskrivi í morgun í sambandi við, at felagið kunngerð roknskapin fyri fjórða ársfjórðing í fjør.
Vøksturin í altjóða tøkuni av laksi í fyrsta ársfjórðingi 2020 verður mettur til áleið 1% samanborið við fyrsta ársfjórðing 2019. Vøksturin í altjóða tøkuni av laksi fyri 2020 verður mettur til umleið 4% samanborið við 2019.
Aling
Útlitini fyri alingina í Føroyum eru góð. Tøkumeting og útseting av smolti eru altíð tengdar at ávísari óvissu, m.a. lívfrøðiligu gongdini. Nógvir møguleikar eru fyri at betra um alingina í Skotlandi, men hetta fer at taka tíð at broyta. Bakkafrost setir áhaldandi lívfrøðiliga váðan í miðdepilin og hevur gjørt fleiri nýggjar íløgur og mannagongdir, sum skulu minka um váðan.
Bakkafrost leggur stóran dent á bert at nýta lúsaniðurberjing við mekaniskari viðgerð. Hettar merkir, at laksurin annaðhvørt verður spulaður við sjógvi ella sleppur at svimja í feskvatni. Tískil eru gjørdar stórar íløgur í skip, tøkni og útgerð til mekaniska viðgerð og til mekaniska reinsan av nótum. Í farna árið hava manningarnar hjá Bakkafrost, sum fáast við hetta burturav, fingið enn størri kunnleika og royndir við hesum umhvørvisvinarligu viðgerðarhættum, og hvussu fiskavælferðin kann betrast enn meira.
Dygdin á smoltinum er eisini hækkað munandi, og strategiin við størri smolti og mekaniskari lúsaniðurberjing virkar nú væl í Føroyum. Bakkafrost fer at víðka hesa strategi til eisini at umfata alingina í Skotlandi.
Samanumtikið hevur lívfrøðiliga gongdin í alingini í Føroyum verið góð í 2019 við góðum vøkstri og lágum felli.
Tøkumetingin hjá Bakkafrost fyri 2020 er 57.000 tons av laksi í kruvdari vekt í Føroyum og 35.000 tons í Skotlandi. Aligeirin í Skotlandi hevur gjørt avtalu um sølu av umleið 32% av ætlaðu tøkuni í Skotlandi í 2020.
Í 2020 verður samlaða útsetingin av smolti hjá Bakkafrost væntandi 15,0 milliónir smolt í Føroyum og 10,7 milliónir smolt í Skotlandi. Til samanbering var útsetingin í Føroyum 12,7 milliónir smolt í 2019 og 12,6 milliónir í 2018. Í Skotlandi var útsetingin 12,4 milliónir smolt í 2019 og 8,6 milliónir í 2018.
Liðugvørur
Bakkafrost hevur gjørt avtalu um sølu av liðugvørum fyri umleið 40% av væntaðu føroysku tøkuni í fyrsta ársfjórðingi 2020 og 30% av samlaðu føroysku tøkuni í 2020. Sølusáttmálarnir eru til fastan prís og eru millum 6 og 12 mánaðir til longdar.
Mjøl, lýsi og fóður
Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið hjá ICES av svartkjafti fyri 2020 er 1.162 túsund tons, sum er ein hækking á 2% samanborið við 2019.
Framleiðslan av fiskamjøli og lýsi fyri 2020 verður væntandi lægri enn í 2019. Væntaða samlaða sølan av laksafóðri í 2020 er hækkað og verður mett til 110.000 tons.
Meginparturin av fóðursøluni er til føroyska marknaðin, íroknað nýtsluna hjá Bakkafrost.
Íløgur
Íløguætlanin hjá Bakkafrost fyri tíðarskeiðið frá 2020 til 2022 er áljóðandi 1,8 milliardir krónur, íroknað viðlíkahaldsíløgur, men ikki íroknað íløgur í The Scottish Salmon Company. Endamálið við íløguætlanini er framhaldandi at lækka lívfrøðiliga váðan, økja um virkisførið og skapa burðardyggan vøkstur, so árliga framleiðslan hjá Bakkafrost í Føroyum sum frálíður verður 100.000 tons í kruvdari vekt. Strategiin at framleiða størri smolt er ein týdningarmikil partur av hesi ætlan.
Afturat íløguætlanini í Føroyum ætlar Bakkafrost at gera árligar íløgur fyri umleið 350 milliónir krónur í Skotlandi tey næstu 5 árini.
Fíggjarliga støðan
Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og góð bankafígging geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.
Í triðja og fjórða ársfjórðingi 2019 hækkaði Bakkafrost partapeningin við tilsamans 5.142 milliónir krónum. Hettar varð gjørt í sambandi við keypið av SSC, sum sostatt kundi fíggjast uttan at hækka bankafíggingina munandi.
Afturat hesum hevur Bakkafrost endurfíggjað samtakið við 352 milliónum EUR til føroyska virksemið, umframt møguleika til 150 milliónir EUR í eykafígging um neyðugt. Afturat hesum er virksemið í Skotlandi fíggjað við 100 milliónum GBP.
Fakta um Bakkafrost:
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemið er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi. Harumframt er farið undir at byggja eitt biogassverk í Streymoy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og sølu- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.510 starvsfólk (ársverk).