Tað er Tórshavnar Súkklufelag, sum er fyrireikari av »Statoil Kring Føroyar-kappingini«, saman við Statoil.
Og hóast súkklufelagið er lítið, so hevur tað eydnast teimum undanfarin ár, at skipa fyri eini sera góðari kapping.
Súkklingin er, sum flest øll vita, rættiliga nýggj ítróttargrein í Føroyum og tí hevur verið trupult at vinna frama.
Men frálíku úrslitini, sum súkklarar okkara hava fingið í oyggjaleikahøpi, og ikki minni tey sjáldsama góðu úrslitini, sum eitt nú Bogi og Rógvi hava fingið í Danmark bera prógv um, at her býr ein vilji aftanfyri, sum bert fáir gera teimum eftir.
Eftir heilt fáum árum eru teir komnir so at siga burtur úr ongum til, fyri kortum at vinna silvur á oyggjaleikum og gull í DM-kapping fyri vetaranar.
Og tað er uttan iva hetta, sum hevur fingið Statoil at vera við í kappingini.
Hans Waag frá Statoil sigur, at hetta er ein stak áhugaverd kapping hjá teimum at vera við í, og at samstarvi við Tórshavnar Súkklufelag hevur riggað einastandandi væl.
? Vit hava nú arbeitt í bólkum, í tríggjar mánaðir, við at fyrireika hesa kappingina, og tað sigur seg sjálvt, at tá tað eru fleiri luttakarar, so er eisini meir at fyrireika, sigur Hans Waag.
Statoil skal millum annað hjálpa súkllarunum við flutningi millum støðini, og annars geva áskoðarunum góðar umstøður á málinum.
? Vit hugsa um at skipa fyri onkrum serligum tiltøkum á málinum, og møguliga verður livandi tónleikur onkustaðni, sigur Hans.
Hann leggur afturat, at teir ætla at seta eina hoppiborg upp, soleiðis at børnini kunnu stytta sær stundir meðan bíða verður eftir at súkklararnir kom á mál.
Internetsúkkling
Í hesum Internet tíðum kemur tað nærum ikki fyri, at eitt tiltak fer framvið uttan eisini at hava eina heimasíðu.
Soleiðis verður eisini við »Statoil Kring Føroyar«, og arbeitt verður íløtuni av øllum alvi fyri at gera síðuna lidna.
Ætlanin við heimasíðuni er, at hon skal vera kunnandi bæði um kappingina sjálva áðrenn hon byrjar, og eisini meðan hon er í gongd.
Á heimasíðuni finnast upplýsingar um allar luttakararnar, um allar teinarnar. Kort eru teknað av túrinum, og til ber at fáa nærmynd av sjálvari rutuni.
Men tað er ikki nóg mikið.
Eins og tá sent verður frá stóru súkklukappingunum í útheiminum, so hava fyrireikararnir eisini gjørt hæddarkort. Hesi kortini vísa broytingarnar í hæddini á túrinum, og sum Jens Glerup skemtandi tók til:
? Tað er gjørt mest fyri at ræða donsku súkklararnar.
Um tað fer at eydnast, skal vera ósagt, men tað er ein av mongum góðum tænastum, sum Tórshavnar súkklufelag skipar fyri í sambandi við kappingina hesaferð.
Neyðugt við
útlendingum
Sum nevnt verða nógvir útlendskir súkklarar við hesaferð.
Onkur er kanska sum heldur, at hetta er ein óheppin gongd, men tað halda fyrireikararnir ikki.
? Skulu vit hava eina kapping, sum er áhugaverd at vera við til, bæði sum áskoðari og sum súkklari, so er neyðugt við luttøku uttanífrá, sigur Jens Glerup, og Gunnar Dahl Olsen tekur undir við honum.
Kortini meta báðir, at teir føroysku súkklararnir fara at vera við til at mynda kappingina, og her hugsa teir serliga um Boga Kristiansen, Rógva Johansen og Gunnar Dahl-Olsen.
Av útlendsku súkklarunum verður mett, at Keld Petersen, ein liðfelagi hjá Boga, hevur størstu møguleikarnar.
? Hann er sera sterkur og royndur súkklari, men tað er sjálvandi ikki vist, at hann fer at klára seg í Føroyum, tí henda kappingin er hørð, og eg eri vísur í, at okkara fremstu súkklarar fara at gera sítt ítarsta fyri at vera frammanfyri gestirnar tá talt verður saman at enda, sigur Jens Glerup.