Jan Müller
Millum feløgini, sum hava fingið leitiloyvi á landgrunninum man bretska BP vera eitt tað felagið, ið liggur best fyri, ikki minst nú hugsað verður um, at BP er operatørur fyri bæði framleiðandi oljufeltini skamt frá markinum, Foinaven og Schiehallion. BP hevur longu drúgvar royndir frá Atlantsmótinum og hevur felagið ætlanir um at knýta virksemi sítt hinumegin markið uppí komandi leiting við Føroyar. Hetta hava vit longu sæð dømi um.
Eitt nú tá nýggja supplyskipið High Spirit var á Havnini. Skipið liggur fast rundan um heimsins størsta framleiðsluskip, Schiehallion á feltinum við sama navni. Endamálið við hesi vitjanini var at skifta manning. Teir 13 menninir umborð fóru við flogfarinum til Bretlands, meðan aðrir 13 komu úr Bretlandi at loysa teir av. Tað er ikki so langt síðani, at hitt nýggja hjálparskipið Grampian Frontier, sum hevur støð rundan um Petrojarl Foinaven, var á Havnini í somu ørindum.
Tað er greitt, at hesi skip, sum eru í shartur hjá BP leggja leiðina henda vegin fyri at vísa flagg. BP vil vísa, at tað kann brúka føroyskar tænastur tvs. í hesum føri føroyskan flogvøll til manningarskift.
Spurningurin er so, hvussu hetta verður í framtíðini. Herfyri úttalaði BP-stjóri seg til Sosialin, at møguleiki er fyri, at hjálpar- og vaktarskipini á oljufeltunum skamt frá føroyska markinum kunnu fara at sigla uppá føroyska útgerðarhavn heldur enn at fara til lands í Hetlandi ella Skotlandi.
Sosialurin vitjaði umborð á Highland Spirit, tá skipið varð á Havnini herfyri. Vit vórðu so hepnir at støkka inn í skiparakamarið um tað mundið, at nýggi skiparin, sum júst varð komin við flogfari til Føroya, loysti starvsbróðurin av.
Teir arbeiða báðir hjá stóra útgerðarfelagnum Golf Offshore, ið eigur ikki færri enn 35 oljuútgerðarskip, harav trý sokallað »multipurposeskip«, tvs. skip, ið kunnu útinna nógvar ymsar uppgávur so sum at vera vaktarskip, hjálparskip og supplyskip alt í senn. Hetta er sama konsept sum hitt skipið á Atlantsmótinum, Grampian Frontier.
C. Taylor hevur verið við skipinum øll trý árini teir hava ligið hjá stóra Schiehallion framleiðslu-skipinum (FPSO) Hann veit, hvat tað vil siga at arbeiða í slíkum farvatni, har størstu aldurnar kunnu gerast 26 metrar høgar. ? Tú skal sjálvandi venja teg til hetta, men nú er tað so normalt fyri okkum. Her er eingin vandi á ferð sigur C. Taylor, sum ikki heldur, at ringi sjógvur, ið Schiehallion skipið fekk fyri tveimum árum síðani, er nakað, sum fer at endurtaka seg. Nú teir kenna umstøðurnar hava teir eisini innrættað seg eftir teimum og tryggja, at tað ikki hendir nøkur vanlukka av ódnarveðri.
Hvat umhvørvinum og møguliga dálking viðvíkur, so heldur C. Taylor ikki, at føroyingar hava nakra orsøk til at bera ótta, nú leiting skal byrja her um eitt ár.
? Nú arbeiði eg ikki hjá BP men kann tó siga, at BP tekur umhvørvisspurningin í størsta álvara. Vit spurdu C. Taylor, hvat hann sigur til ætlaninar, sum hava verið frammi hjá BP um at skifta supplyskipini út við standbytyrlur!
? Vit minnast øll, hvussu gekst við Piper Alfa pallinum, sum eldur kom í. Sjálvur haldi eg ikki, at tyrlur klára nógv í slíkari vanlukkustøðu á sjónum og tí kann eg bert siga sum gamal supplymaður, at hesi skipini eru besta trygdin, um ein vanlukka skuldi hent, sjálvandi kombinerað við eini munadyggari tyrlutænastu.