Undirtøkan til JobMatch starvstevnuna í Keypmannahav var góð, og tiltakið eydnaðist væl Tey, sum fyrireikaði JobMatch í síðstu viku, eru væl nøgd. Meira enn 500 fólk vóru til tiltøkini í Keypmannahavn, harav meira enn 300 vitjaðu á Norðurbryggjuni fríggjadagin og leygardagin.
Fyritøkur og stovnar høvdu tilsamans umleið 300 styttri samrøður ? sonevnd Jobprát ? við útisetar. Flestu av hesum ? um 75% - vóru viðkomandi í mun til tann starvsfólkatørv, luttakararnir á JobMatch hava. Meira enn 30 ítøkilig starvstilboð vórðu givin útisetum undir starvsstevnuni.
JobMatch er blivið marknaðarført nógv á internetinum. Hetta sæst m.a. aftur í, at um 400 fólk hava vitja jobmatch.fo dagliga seinastu vikuna, og á Facebook hevur JobMatch meira enn 1800 vinir.
Ein eftirmetingarfundur verður fríggjadagin 10. oktober, og tá verður væntandi støða tikin til, um JobMatch fer at verða endurtikið, siga fyrireikararnir.